Matarskráin er enn tann góða gamla, men tó við spennandi nýggjum rættum
Kjøthandilin hevur fingið nýggjan eigara. Birna Jacobsen hevur loyst Óla Langgaard av, sum átti Kjøthandilin í nógv ár. Upprunaliga byrjaði pápi Birnu, Mikkjal Joensen Kjøthandilin.
Kjøthandilin hevur eina síðu á facebook og har skriva tey soleiðis:
Vit lata upp mánadagin, 27. okt., kl 11
Á matarlepanum hava vit
– kylling og kips
– kjøtfrikadellir v/sós
– hakkibúff v/leyksós
– stokt flak v/leyksmelt
Vit gleða okkum at síggja tykkum!



