Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KL: 10.50: Grindin deyð

John William Joensen

Sýslumaðurin metir leysliga at talan er um einar 200-300 hval og drápið gekk gott. Menn eru farnir at merkja grindina og enn er óvist nær seðlarnir koma út.

Kl. 10.50: Sýslumaðurin metir leysliga at talan er um einar 200-300 hval og drápið gekk gott. Menn eru farnir at merkja grindina og enn er óvist nær seðlarnir koma út.

——

Kl.10:00 – Úr Fuglafirði verður mett at talan er um eina grind sum er omanfyri 300 hval. Grindin ger landgongd í bólkum og higartil hava einir 150 til 200 hval lagt beinini verður mett.

——-

Kl. 9:16 …..Kl 8:50 Varð byrjað at halda stóru grindina til og skilst er talan um so stóra grind at ein partur gjørdi landgongd beinanvegin, og so hvørt bólkarnir koma inn trongist á sandinum. Mønustingarar verða nýttir og rúm tí gongur millum at ymisku bólkarnir gera landgongd.

——

Kl 8:30 Bátar leggjast afturat, og sýslumaðurin sigur at bátarnir eru so smátt farnir at reka grindina, men enn er ikki nokk av fólki og útgerð á staðnum. M.a. verður bíða eftir stingarum úr Gøtu. Sum skilst eru fleiri bátar á veg.

———

Kl 6:50 í morgun varnaðust fólk grind á firðinum og sum skilst er talan um eina rættiliga stóra grind.

Sýslumaðurin sigur at talan er um eina rættiliga stóra grind – fleiri hundra hval – og í løtuni liggja 10 bátar hjá grindini