Í løtuni sær út til at tað verður sera høg valluttøka í Klaksvík. Nógv fleiri atkvøður vera væntandi at býta millum flokkarnar í kvøld, um ábendingarnar higartil fara at halda sær restina av degnum. Kl. 14.00 høvdu 6,5 % fleiri verið á vali enn um somu tíð í 2012.
Valluttøka 2012 kl. 14.00: 750 fólk (21,3 %)
Valluttøka 2016 kl. 14.00: 1015 fólk (27,8 %)
Um býráðsvalið í Klaksvíkar Kommunu 2016:
Valrætt í Klaksvík: 3648 (Hetta er talið, sum verður brúk og samanborið við undanfarnu val)
Valrætt í Svínoy: 26
Valrætt í Mikladali/Trøllanes: 32
Valrætt á Húsum/Syðradali: 31
Valrætt í Árnafirði: 42
Tilsamans: 3779
(Tað merkir, at 131 atkvøður koma afturat valstaðnum í Klaksvík)




