Kl. Róðrarfelag hevur júst gjørt av, at tey hvønn týsdag og hósdag bjóða øllum áhugaðum ókeypis innar í neystið at rógva við teirra inniróðrarmaskinum – og upplæringingina geva tey eisini ókeypis!
Sum nakað nýtt fer Klaksvíkar Róðrarfelag (KRF) at skipa fyri inniróðri týsdag og hósdag.
Hetta verður skipað soleiðis, at øll áhugað kunnu koma inn og fáa eina venjingarætlan, og síðani verður víst, hvussu teknikkurin er á rógvimaskinunum, soleiðis at íðkarin ikki nýtir skeivan teknikk og samstundis fær meira burtur úr venjingini.
Venjingin er púra ókeypis fyri februar og mars.
Opið verður soleiðis:
Týsdagar og hósdagar frá kl. 19:00 til 21:00.
Byrjað verður 12. februar 2008.
Um nakað er at spyrja um, ert tú vælkominat ringja á tlf 776177
KRF hugsar um tína heilsu, gert tú!?




