Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klæmint hevur mest at siga fyri nakað lið?

Jákup Ósá

Tølini vísa, at Klæmint A. Olsen hjá NSÍ skorar ella leggur upp til størsta partin av málunum hjá sínum liði samanborið við onnur lið.

Hvør leikari hevur mest at siga fyri sítt lið og hjá hvørjum liði hongur meir á einum leikara enn hjá øðrum? Tað kunnu tølini kanska siga nakað um, har hugt verður eftir, hvussu nógv mál ein skorar ella leggur upp til. Í ølum førum tá vit fokusera uppá málskjóting. Tølini vísa, at Klæmint A. Olsen hjá NSÍ skorar ella leggur upp til 59 % av øllum málunum. Næstur honum er Páll A. Klettskarð við 56 %.

Niðanfyri eru tølini í prosentum fyri, hvussu týdningarmiklir leikararnir við flest málum/uppleggum í sínum feløgum eru.

Størst prosent part av málunum mált í málum og uppleggum:

59 %: Klæmint A. Olsen (antin skorað ella lagt upp til 59 % av málunum hjá NSÍ)

56 %: Páll A. Klettskarð (antin skorað ella lagt upp til 56 % av málunum hjá KÍ)

50 %: Albert Adu (antin skorað ella lagt upp til 50 % av málunum hjá TB)

44 %: Álvur Christiansen (antin skorað ella lagt upp til 44 % av málunum hjá Skála)

44 %: Christian R. Mouritsen (antin skorað ella lagt upp til 44 % av málunum hjá HB)

41 %: Lukasz Cieslewicz (antin skorað ella lagt upp til 41 % av málunum hjá B36)

40 %: Hákun Edmundsson, Kristian Anton Andreasen, Evrard Blé og Michal Przbylski (antin skorað ella lagt upp til 40 % av málunum hjá B68)

38 %: Adeshina Lawal og Clayton Soares (antin skorað ella lagt upp til 38 % av málunum hjá ÍF)

37 % : Filip Djordjevic (antin skorað ella lagt upp til 37 % av málunum hjá Víkingi)

33 %: Árni G. Nielsen, Símun Samuelsen og Dan í Soylu (antin skorað ella lagt upp til 33 % av málunum hjá AB)