Í skjalatilfarinum frá SEV sást at tey 24 árini Klæmint Weihe hevur verið stjóri í felagnum er eginpeningur felagsins farin úr 21.900.000,00 krónur upp í 317.000.000,- krónur
Norðlýsið hevur fingið stórsta partin av skrivligatilfarinum sum er í stríðnum um SEV stjóran og niðanfyri endurgeva vit grundgevingarnar sum meirilutin í stýrinum hevur fyri at siga stjóran úr starvið og svarið frá advokatinum hjá SEV stjóranum.
Í ætlaðarnarskrivinum frá meirilutanum í SEV stýrinum til Klæmint Weihe verður sagt at orsøkirnar til uppsøgnina av stjóranum eru fleiri, men høvuðsorsøkin er at meirilutin í stýrinum hevur mist álitið á stjóranum.
Í hesum sambandi skrivar advokaturin hjá SEV stjóranum í svarskrivi at hann beint fyri freistina at koma við svarskrivnum, hóast fleiri áheitanir, ikki hevur fingið innlit í skjøl og fundarfrásøgnir sum undirbyggja pástandirnar hjá meirilutanum í stýrinum.
"… so hevur undirritaði bert umvegis Halgir Winther Poulsen, advokat fingið 33 skjøl, og snúgva hesi seg um stýrisfundir, roknskap og budget og so nøkur skjøl viðvíkjandi SeWave."
Advokaturin hjá stjóranum ásannar tí: " at arbeiðslagið hjá klienti mínum ikki hevur givið høvið til at tit hava gjørt nøkur notatir, og útsøgn tykkara í nevnda skrivi eru tí postulatir, sum eg nú, sambært hesum skjølum eg havi fingið, má ásanna á ongan hátt eru dokumenteraði, heldur tvørturímóti.
Eg kann longu nú siga, at teir ógrundaðu pástandir, sum tit komu við, á ongan hátt gevur tykkum rætt til at taka stig til at siga klient mín úr starvi, serliga vísandi til, at hesin onga átalu hevur fingið, hvørki av Stýri ella Umboðsnevnd í sínum nærum 24 ára skeiði sum stjóri.
Meirilutin í stýrinum um Fíggjarætlanina:
Meirilutin vísir á at fíggjarætlanin í fleiri ár ikki hevur lokið tey krøv, sum mugu setast fíggjarætlan fyri so umfevnandi virksemi sum tí hjá SEV.
" At stýrið fær nøktandi fíggjarætlan er sjálvsøgd fyritreyt fyri at stýrið kann røkan eina av høvuðsuppgávum sínum, nevnuliga vegna umboðsnevndina og harvið eigaran av SEV at hava eftirlit við virkseminum hjá elfelagnum….. Í samband við at stýrið samtykti at fíggjarætlanin skuldi broytast, vórðu boð eisini givin um, at arbeiðið skuldi gerast í samstarvi við Rasmussen og Weihe og Dansk Energi. Tað varð samtykt, at eitt uppskot til fíggjarætlan skuldi vera klárt at leggja fyri stýrið í august mánaða 2005. Meirilutin í stýrinum metir at stjórin einki hevur gjørt fyri at útinna hesa greiðu fundarsamtykt, fyrr enn stýrið hevði noytt stjóran at gera hetta.
Tá hetta arbeiðið við fíggjarætlanini, kom í gongd, var neyhðugt at fáa grannskoaðra felagsins at taka sær av at fáa fíggjarætlanina gjørda á nøktandi hátt..
Advokaturin hjá
stjóranum um Fíggjarætlanina:
Fíggjarætlanin hjá SEV er øll árini gjørd av leiðlsu felagsins og góðkend av Stýri og løgd fyri umboðsnevndina. Hetta er eisini galdandi fyri fíggjarætlanina 2006.
Tað er tí beinleiðis skeivt tá sagt verðu í skrivi tykkara, at neyðugt varð at fáa grannskoðara felagsins at taka sær av at fáa fíggjaætlanina gjørda. Men eg kann skoyta uppí, at grannskoðari felagsins ongantíð, meðan klientur mín hevur verið stjóri, hevur gjørt fíggjarætlan fyri SEV.
Hvat annars viðvíkur innihaldinum av fíggjarætlanin so eru ongar formligar reglur galdandi fyri hvussu fíggjarætlanin hjá SEV skal síggja út, men er tað tað til eina og hvørja tíð verandi stýri, sum ásetur reglurnar um hvussu innihaldið skal vera.
Á stýrisfundinum 29. juni 2005 beint fyri summarfrítíðina – var samtykt at biðja Klæmint Weihe og John P. Danielsen um saman við grannskoðara felagsins og í samráð við umboðsnevndarformannin, stýrisformannin og hinar deildarstjórarnar at tilevna eitt uppskot til uppstilling av fíggjarætlanini í tráð við nýggja bygnaðin og í hóskandi útgreinin. har síggjast skuldu fíggjaætlanartøl, samanborði við leypandi roknskapartøl.
Sostatt er ikki talan um gerð av fíggjarætlan, men hvussu innihaldið av hesar skal skipast.
Sum sæst av nevndu samtykt, skuldi hetta arbeiði útinnast í samráð við m.a. umboðsnevndar-formannin.
Hett arbeiði varð sett í gongd og var fundur 19. august 2006, og verður í hesum sambandi víst til skriv frá Grannskoðara-felagnum Rasmussen & Weihe 23. august 2005.
26. august 2005 var semja um at arbeiða víðari við málinum eftir tí leisti, sum umrøddur er í punkt 5 í tilráðing frá Dansk Energi frá 18/8- 2005.
Endaligur fundur við sama grannskoðarafelag 7/11-2005 staðfesti, at úrsltið av nevnda arbeiði varð lagt fyri formennirnar í Stýrinum og Umboðsnevndini, og vóru partarnir á fundi samdir um niðurstøðurnar, sum vórðu settar upp í 6 punktum. Hetta er góðkent á stýrisfundi 11/11-2005.
Undirritaði má tí leggja til grund, at púrt einki hald er í teimum skuldsetingum um, at hann einki gjørdi fyri at útinna stýrissamtyktina, eins og hann bet var ein partur av einum størri bólki, har m.a. eisini umboðsnevndarformaðurin og stýrisformaðurin vóru partar av.
Meirilutin í stýrinum um vindmyllumálið:
Meirilutin skrivar í ætlanarskrivinum at fyri nøkrum árum síðan varð samtykt, at SEV skuldi seta upp vindmyllur í Neshaga og peningur varð í fleiri ár settur av til endamálið. Hóast hetta vórðu vindmyllurnar ikki settar upp fyrrenn á sumri 2005, tá SEV var byrjað at keypa streym frá øðrum framleiðara, sum hevði sett vindmyllur upp av sama slagi, sum SEV ætlandi skuldi seta upp.
Hetta málið hevur eisini skapt óneyðugar trupulleikar fyri SEV, bæði politiskt og í almenninginum. Stýrið er av tí fatan, at um tygum vóru farin undir arbeiðið við hesum málið eftir at stýrið hevði samtykt, at arbeiðið skuldi fara í gongd, hevði SEV havt ein møguleika at sloppið undan nógvum av teimum trupulleikum, sum seinni hava víst seg á hesum økinum.
Stjórin um
vindmyllumálið:
Advokaturin hjá stjóranum skrivar, at fyrsta vindmyllan hjá SEV varð sett upp í 1992 og í 1997 varð avgjørt at halda fram við vindmylluverkætlanini í Neshaga.
Í 1998 avtalaði SEV við ein vindmyllufyritøku at keypa eina myllu afturat, men stutt efitr segði felagið seg kortini ikki kunna lata SEV nevndu myllu vegna truplu vindviðurskiftini í Føroyum, men kom seinri fram, at fyritøkan eisin hevði tekniskar trupuleikar við sínum vindmyllum og fór á heysin.
Vindmyllumáli verður viðgjørt víðari av stýrinum og í 2000, 2002 og 2004 vóru tekniskar kanningar gjørdar við atliti til ávirkanina á netið, og ampar av ljóði frá vindmyllunum, vísandi til teir trupulleikar, ið vóru í sambandi við nýggju motorarnar á Sundi.
Áftaná hesar teknisku viðgerðir av málinum, verður sáttmáli undirskrivaðu 11. mai 2004 í Keypmannahavn, har Hans Tausen Olsen, umboðsnevndarformaður og Poul Arni Jacobsen, stýrisformaður, eru til staðar.
Friðingarmyndugleikarnir í Eysturoynni steðgaðu ætalnini við avgerð 9. juni 2004, hóast sami myndugleiki hevði góðkent aðrar myllur frammanundan.
Endaligt loyvi frá friðingarmyndugleikunum fyrilá 18. oktober 2004, men varð ikki hildið ráðiligt at fara undir arbieðið um veturin, og varð hetta tí av Stýrinum skotið út til várið 2005.
Vísandi ti omanfyri standandi, so má leggjast til grund, at alt vindmyllumálið í ølluj viðurskiftum, hevur verið viðgjørt í stýri og umboðsráði og góðkent har av politiska myndugleikanum, og var tað eisini ein politisk avgerð í SEV at gera ein 10 ára samstarvssátmála við Røkt frá 2003 – 2013.
At skíra klient mín "ikki hava sínt førleika og vilja til at útinna stýrisavgerðir" er tí beinleiðis skeivt, vísandi til at stýrið og umboðsnevndin, har Hans Tausen Olsen hevur verið formaður alla tíðina, hevur góðkent allar ætlanirnar.
Meirilutin í stýrinum um Rakstrarleiðarin
Í ætlanarskrivinum vísir meirilutin í SEV stýrinum á at " Við teimum royndum, sum stýrið hevur av arbeiðslagi og hugburði tygara í sambandi við hetta mál, metir stýrið, at vandi er fyri, at tygum verða ein beinleiðis meinbogi fyri framhaldandi menning av trygdini í SEV, og tað er greitt, at stýrið undir hesum fyritreytum ikki metir seg kunna halda fram við tygum sum stjóra.
Advokaturin hjá SEV stjóranum viðvíkjandi Rakstrarleiðaranum
"Hetta mál er heilt uttanfyri stjórans ábyrgd á allar mátar., vísandi til at einasta lut hann hevur í viðgerðini av rakstrar leiðaranum, er at innstillað til stýrið, hvønn hann metir verða best egnaðan.
Í hesum sambandi hevur stýrið við freist 12. desember 2005 lýst eftir rakstrarleiðara og hevur stjórin til fundin 21. desember 2005, sambært ásetingini omanfyri, gjørt tilmæli til stýrið, og sostatt hevur hann einki meira við málið at gera.
SeWawe-málið sambart meirilutanum í stýrinum
Í ætlanarskrivinum ger meirilutin greitt at tað er SeWaewe-málið sum endaliga gjørdi at meirilutin misti álitið á stjóranum.
"Tær upplýsingar, ið eru komnar stýrinum í hendi um P/F SeWave og serliga um mannagongdina, tá stuðul varð fingin frá BP til verkætlanina, gera at stýrið ikki metir seg kunna halda fram við tygum sum stjóra.
Tygum hava umboðað SEV í nevndini í SeWave og tí metir stýrið, at tygum hava meðábyrgd av viðurskiftum sum stýrið ikki metir vera sambærilig við tað umdømið sum SEV eigur at hava í samfelagnum.
Advokaturin hjá SEV stjóranum viðvíkjandi SeWave málinum:
Av tilfarinum sum klientur mín hevur fingið hesum viðvíkandi, framgongur ongastaðni at klientur mín á nakran hátt hevur forbrotið seg ella gjørt nakað skeivt ella farin út um tær heimildir, sum hann sum nevndarlimur í felagnum hevur havt.
Viðmerkjast skal, at alt samskifti millum BP og SeWave hevur verið umvegis stjóran, og hevur stjórin í BP – Hjarnar Djurhuus- staðiliga yvirfyri klienti mínum váttað, at teir báðir einki millumverandi hava og at samstarv teirra, bæði nú sum fyrr hevur verið fyrimyndarligt, sum hann m.a. eisini nevnir í skrivi sínum til SeWave 20/10 2005 og skilti ikki at hetta málið varð brúkt sum jarnbrot móti klienti mínum.
Eisini grannskoðarafrágreiðingin staðfesti at "alt er farið regluliga fram" og at hesir "høvdu onga viðmerking til hesa gjøgnumgongd".
Harumframt er verkætlanarrokniskapurin viðvíkjandi TWEC, sum ávíst samskifti hevur verið um, gjørdur 24. juni 2005 tvs. 1 mánaða eftir at klientur mín er farin úr nevndini, og er tað sostatt m.a nýggi nevndarlimur Kim Durhuus, nevndarformaður og Tórur Johannesen sum hava ábyrgd av hesi uppseting.
Um tað eru dispositiónir, sum nevndin hevur gjørt í sambandi við løn til stjóra v.m. í SeWave, sum hevur gjørt at álitið skal verða farið, so er tað uppaftur meira ørkymlandi og løgi, at helvtin av merilutanum í stýrinum hjá SEV hevur góðkent somu upphædd í hesum sambandi, og sum ivaleyst framvegis eru galdandi fyri SeWave, sum fyrra nevndin hevði, og er hetta gjørt á nevndarfundi í SeWave 24. juni 2005 og sostatt bæði góðkent av Kim Durhuus, nevndarformanni og Tóri Johannesen.
BP hevur annars upplýst, at málið fyri teirra viðkomandi er eitt avgreitt mal og studningurin, sum teir játtaðu er goldin.
Endurgjaldskrav frá stjóranum
Advokaturin hjá stjóranum í SEV endar frágreiðing sína við hesum orðunum:
– Niðurstøðan er tí, at ongin grund er yvirhøvur fyri at siga klient mín úr starvi, hetta bæði út frá tí ítøkjuliga arbeiði, hesin hevur gjørt, og til at neyðugi proportionaliteturin ikki er til staðar fyri at siga klient mín úr starvi.
– Undirritaði er av teirri fatan, at meirilutin í stýrinum, um avgerð verður tikin at siga klient mín úr starvi, tá hevur tikið eina ógylduga og harvið ólógliga avgerð og koma stýrislimirnir tá at páføra felagsskapinum fíggjarligar útreiðslur, sum hesir ivaleyst persónliga kunnu ábyrgdast fyri.
Meira í komandi blað
og á heimasíðuni –
www.nordlysid.fo




