Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klakkur 57.000 pund fyrsta dagin

Jákup Ósá

Í rundum vóru tað øgiligar nøgdir, sum línuskipini á Flemish Kap fingu í gjár.

Tað var sera góður fiskiskapur á Flemish Kap í gjár.

Í rundum fekk Klakkur 57.000 pund í rundum og var besti báturin. Men tey flestu frysti línuskipini fingið næstan eins nógv. Kampur og Stapin fingu 53.000 pund í rundum, meðan Eivind fekk 40.000 pund. Tá tað verður kruvt og avhøvdað er áleið 38.000 pund eftir, ið fer í lastina sum fryst, um vit taka Klakk sum dømi. So sigast má, at fiskiskapurin var sera góður fyrsta dagin á Flemish Kap hjá frystilínuskipunum.
Ågot hevur roynt í nakrar dagar longri. Hann hevur áleið 73 tons av frystum avhøvdaðum toski.