Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klakkur aftur undan Íslandi

Jóhann Lützen

Vit hava sløk 300 tons av toski og hýsu, sigur Bethuel Johannesen skipari á Klakki

Tá vit vóru á støð í morgun, lá eisini frystilínuskipið Klakkur fyri okkum.

Bethuel Johannesen skipari sigur við Norðlýsið, at veðrið hevur ikki verið gott. Vit hava ligið nógv bakk á túrinum, sigur hann.

Vit komu kl 6 í morgun og landa alt í ein fart. Eftir ætlan fara vit avstað aftur kl. 17 í dag.