Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klakkur afturkomin av Flemish Kap

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Myndarøð: Í kvøld kom Klakkur aftur frá roktúri av Flemish Kap.

Myndarøð: Í kvøld kom Klakkur aftur av Flemish Kap.

Klakkur fór avstað av Klaksvík 4. januar og hevur landað einaferð í St. Pierre, sum var 3. februar, tá hann landaði umleið 240 tons av avhøvdaðum toski. Síðani hevur Klakkur verið nýggjan túr og royndi til kvotan hjá føroysku línuskipunum var uppi fyri einari góðari viku síðani. Tá segði Líggjas Johannesen, skipari, við Norðlýsið, at Klakkur væntaði at selja tey 470 tonsini fyri báðar túrarnar á Flemish Kap fyri áleið 10 milliónir. Hann segði eisini, at talan hevur verið um rokfiskiskap og gott fiskiveður nærum alla tíðina, tó at túrurin yvir á Flemish Kap var buldrasligur og drúgvur. Sum skilst er hetta ein teimum bestu túrunum (báðir íroknaðir) uppá so stutta tíð í søluvirði hjá nøkrum føroyskum línubáti á Flemish Kap.

16 mans vóru við Klakki hendan túrin. Myndirnar tók Oliver Joensen, tá Klakkur kom at bryggju í Klaksvík í kvøld.