Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klakkur afturkomin úr Eystur-Grønlandi

Jákup Ósá

Myndarøð: Klakkur legði at bryggju í Klaksvík fyrr í kvøld.

Fyrr í kvøld kom Klakkur aftur í góðveðrinum. Klakkur fór avstað 2. august og hevur roynt í Eystur-Grønlandi. Frystilínuskipið hevur fulla last, sum hesaferð er beint yvir 300 tons. Av tí eru áleið 200 tons av brosmu.

Við Klakki hendan túrin vóru 16 mans. Skipari var Líggjas Johannesen. Myndirnar eru frá, tá Klakkur legði at hjá NFCS, har tað skal landast m.a. í vikuskiftinum.