Myndarøð: Klakkur fór avstað í góðveðrinum í gjárkvøldið.
Myndarøð: Klakkur fór avstað í góðveðrinum í gjárkvøldið.
Klakkur er frystilínuskip og hevur havt gott fiskarí í ár. Nú hevur hann ligið í nakrar vikur, har ymiskt er gjørt við skipið. Sunnukvøldið fór Klakkur nýggjan túr og leiðin gongur til Eystur-Grønlands. Skipari er Líggjas Johannesen, og við hendan túrin eru 16 mans.
Myndirnar vóru tiknar sunnukvøldið, tá teir gjørdu klárt at fara avstað umborð á Klakki.




