Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klakkur landar í Bay Roberts í dag

Jákup Ósá

Línuskipið fer væntandi avstað aftur í nátt. Klakkur hevur roynt á Flemish Kap saman við fýra øðrum frystilínuskipum úr Føroyum. Fiskiskapurin hevur verið góður eftir at teir byrjaði at fiska 7. januar. 

 

Jógvan Hansen frá JFK, sum er ein av eigarunum í Klakki, er staddur í Bay Roberts í Kanada og skipar landingina. Hann sigur, at kl. 21.30 í kvøld hevði Klakkur landað 110  tons av 160 tonsum tilsamans, og hann væntar, at skipið fer avstað aftur einaferð í nátt, um landingin gongur sum hon skal. Hann hevur eisini tikið nakrar myndir, sum síggjast niðanfyri, meðan landað hevur verið í dag og í nátt.