Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klakkur siglir heim við fullari last

Jákup Ósá

Í morgun fór Klakkur at sigla heim av Flemish Kap.

Hetta er seinni túrurin sum Klakkur ger á Flemish Kap í ár. Hesin túrurin byrjaði um mánaðarskiftið januar-februar. Klakkur hevur eins og fyrra túrin 300 tons, har nærum alt er avhøvdaður toskur. Fiskiskapurin á Flemish Kap byrjaði 10. januar. Sostatt hevur Klakkur uppá ein góðan mánað fiskað 600 tons av avhøvdaðum toski, sum má sigast at vera rokfiskiskapur.