8. apríl fór okkara mest framkomna línuskip, Klakkur av Klaksvík við kós ímóti Eysturgrønlandi. Bethuel Johannesen sigur, at tað hevur gingið hampuliga væl við fiskiskapinum hjá Klakki, síðani skipið kom yvir. Teir hava ligið um eini 10 tons av toski upp á dagin.
Veðrið hevur verið hampuliga gott, tó onkran dagin hava teir havt nakað av vindi, men sum heild hevur gingið væl.


