Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvík ein býur fyri øll

John William Joensen

Í einum nútíðar samfelagi má verða pláss fyri okkum øllum, yngri sum eldri.

Jú, meir fjølbroytt samansetingin er, jú sterkari og meir lívgevandi gerst umhvørvið.

Tí er tað av størsta týdningi, at hond verður tikin um øll – heilt frá barni til ellisár. Børnum undir skúlaaldri mugu vit kunna lova ansingarpláss, børnum í skúlaaldri frítíðartilboð og tannáringum somuleiðis. Arbeiðast má eisini við at fáa okkara ungu væl útbúgvnu fólk aftur til Klaksvíkar at seta búgv. Fyrsta treyt er, at bústaður ella grundstykki er tøkt, og um tey so eiga børn, at børnunum er tryggja ansingarpláss. Hetta er tvey grundleggjandi ting, ið hugt verður eftir tá nútíðar ungfólk finna sær staðið, har tey ynskja at seta búgv. Síðan er av týdningi, at mentanartilboð eru í økinum, og trivnaður.

Vinnulívinum tørvar vælútbúgvi fólk, líka frá okkara fiskivinnu til Klaksvíkar Sjúkrahús. Klaksvík er høvuðsstaður Føroya innan fiskivinnu, og er tað tí av stórsta týdningi at virðing verður havd fyri hesi vinnu. Gongst fiskivinnuni væl, gongur tað okkum øllum væl.

Klaksvíkar Sjúkrahús er eitt av størstu arbeiðsplássunum í Klaksvík og Norðoyggjum, og eitt hús tætt knýtt at okkara sterku lokalu mentan. Klaksvíkar Sjúkrahús er við til at skapa trivna í okkara býi, tí man veit, at serkunnleikin er á staðnum. Hesin stovnur er eisini við til at draga útbúgvi fólk til býin. So her má verjast borg tá landsins myndugleikar hava hug at ræða okkum við ymsum sparingar hugskotum.

Trygd og heilsa fólksins má verða 1.prioritetur.

Men hvat so við teim eldru..? Hesin bólkur hevur jú lagt lunnar undir tað vælferðar samfelag, ið vit øll njóta gott av ídag, og við tíðini enda vit øll í hesum bólki. Hvørjar sømdir veita vit teimum? Og hvat kunnu vit forbetra? Hetta eru tveir spurningar, ið vit noyðast at hava og taka støðu til.

Veit væl, at tosið um tey bleytu virðini í samfelagnum kanska ikki altíð verður virt. Kanska er svarið, at finna í tí, at virðið av teim bleytu virðunum ikki er málbært í krónum og oyrum. Haldi tó, at arbeiðast má við at fáa nakrar brúkaratænastur upp at koyra, ið so aftur er við til økja um trivnaðin. Ein brúkaratænasta, ið fáast má til verka skjótast gjørligt, er ein buss skipan, ið millum annað lættir um hjá illagongdum fólki t.d. at gera innkeyp og annað. Av størsta týdningi er at hava tey eldru við, tá tosað verður um teirra tørv og dagligdag, tað eru jú tey, ið kenna best til hesi viðurskifti.
Hetta eru nøkur av teim hjartamálum, ið eg vil arbeiða fyri.

Maiken Steinberg, valevni Tjóðveldis, listi E