Básurin “Klaksvík – ein heilsubýur” varð dúgliga vitjaður á Lívsstílsstevnuni í Havn um vikuskiftið.
Undir felagsheitinum ”Klaksvík – ein heilsubýur” høvdu stovnar, skúlar, feløg v.m. úr Klaksvík ein felags bás á Lívsstílsstevnuni, sum var í Havn um vikuskiftið.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Hans Pauli Strøm, sum setti Lívsstílsstevnuna 2008, sum Synergi skipar fyri, var eisini fegin um, at Klaksvík við sínum bási setti tað heilsuliga á breddan á hesari stevnuni.
Í snotuligum heilsufaldara, ”Klaksvík – ein heilsubýur”, verður m.a. ført fram, hvussu stóran týdning tað hevur at røra seg, eta rættan mat, drekka vatn og lata vera við at roykja.
– Hetta hevur Klaksvík rættiliga sett á breddan og kann tí av røttum kalla seg ein heilsubý, helt ein glaður og altíð væl hýrdur og upplagdur heilsumálaráðharri fyri inni á básinum.
Eitt av feløgunum, sum vóru partur av básinum, er Treysti, sum í summar hevur skipað fyri heilsurenning hvønn leygardag, har millum 300 og 400 fólk hava runnið – hetta sum úrslit av heilsubýarátakinum.
Lívsstílsstevnan er meira eitt mentanarhugtak enn nakað annað. Hvat hugsar tú um teg sum menniskja, sum rørir seg, klæðir seg, etur, drekkur og roykir rætt? Hvørji sosial bindilið røkir tú, og hvørja frítíð loyvir tú tær?
Á básinum, Klaksvík – ein heilsubýur, var heilsufaldarin at fáa og vístur á veggin.
Helena Pætursdóttir kunnaði um virksemi hjá Artharmonia á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Sigrun Heldarskarð, sjúkrasystir máldi lungnaorku á stevnugestum.
Jóhanna á Tjaldrafløtti greiddi frá um heilsugóðan mat og kunnað varð um virksemið á Húsarhaldsskúla Føroya í Klaksvík.
Heri Ellingsgaard, umsjónarmaður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi var eisini við.
Á básinum kundi tú eisini fáa leskandi vatn frá Føroya Bjór, ið nýtt verður av flestu ítróttarfólkum í Føroyum.
– – –
Kelda:
Dávur Winther, mentanarleiðari, Klaksvíkar Kommuna.
Tilvísingar:
www.klaksvik.fo
www.artharmonia.fo
www.treysti.fo
www.svim.fo
www.husarhaldsskulin.fo




