Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Klaksvík í eygunum hjá Teiti

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Teitur Lassen hevur í nøkur ár skipað fyri jólakonsertum í Spaniastovu, men í ár avgjørdi hann at bíða til í februar vegna Koronu. Eisini varð avgjørt at stroyma konsertina uttan áhoyrarar í staðin – Henda konsertin var so mikukvøldið 26. januar í Spaniastovu.

Við á konsertini til undirspæl vóru eisini ein strúkikvartet við Kristinu á Váli (sello), Biritu Dam (viola), Andrias Blaasvær (2. violin) og Ragnar Festirstein Andreasen (1.violin).

Robert Waagstein stóð fyri tí tekniska og stroymingini.

Teitur hevði eisini gjørt sær tann ómak at koma norður áðrenn konsertina at gera nøkur filmskuta, sum so eru brúkt sum partur av konsertini og stroymingini.

Hetta eru stuttligar eygleiðingar, ið Teitur hevur sett saman til brellbitar saman við konsertini. So tú kanst siga, at á henda hátt sært tú Klaksvík við eygunum hjá Teiti.

Eitt frálíkt konsept og góð konsert. Teitur hevur nógvar hyggjarar og eru teir kanska serliga uttan úr heimi.

Hann hevur stroymt tríggjar konsertir í ár, og hevur hyggjaratalið tá ligið um 35.000 á hvørjari, mest útlendingar.

Sambært Teiti vóru í morgun 6400 hyggjarar á Facebook, og kann hyggjaratalið lættliga koma uppá 10.000, tá ið tað hevur ligið úti eitt sindur longur. Ein løtumynd á YouTube í morgun segði, at um 600 fólk hugdu. 

Tú kanst síggja filmsbrotini hjá Teiti úr Klaksvík og konsertina í Spaniastovu, sum var mikukvøldið 26. januar 2021, her: 

FACEBOOK: https://www.facebook.com/8825238034/videos/2947379345492945

YOUTUBE: https://www.youtube.com/watch?v=NlmkAV37mBM&t=4698s&ab_channel=ArloandBetty