Á býráðsfundinum í gjár varð samtykt, at geva lesandi á hægri lesnaði møguleika fyri at skriva høvuðsuppgávur um kommununa. Samtykta uppskotið letur somuleiðis upp fyri, at kommunan kann gjalda fyri ferðaseðlakostnað í samband við uppgávuna.
Á býráðsfundinum í gjár varð samtykt, at geva lesandi á hægri lesnaði møguleika fyri at skriva høvuðsuppgávur um kommununa. Samtykta uppskotið letur somuleiðis upp fyri, at kommunan kann gjalda fyri ferðaseðlakostnað í samband við uppgávuna.
– Hetta er eitt stig á leiðini at opna meiri upp í okkara umsiting. Vit hava nógv dugnalig lesandi, bæði í Føroyum og útlandinum. Fyri okkara kommunu er tað umráðandi, at tey føla seg væl komin, og at hesin møguleiki verður nýttur til at knýta bond millum tey sum lesa og okkara kommunu.
– Fyri tey lesandi og fyri kommununa er hetta tað ið ein kallar fyri ein vinn / vinn støða. Tann lesandi kann skriva uppgávu um eina føroyska umsiting, ið til dagliga arbeiðir við spennandi uppgávum og framtíðar ætlanum. Samstundis kann kommunan nýta nýggju eyguni til at lýsa ymisk viðurskiftir og at skapa dynamik.
Borgarstjórin Jógvan Skorheim, vísur eisini á, at kommunan ynskir eina aktiva rollu, í mun til tey lesandi. Í fjør gjørdi Klaksvíkar Kommuna og Íverksetarahúsið eina avtalu um, at lesandi fingu møguleika til at brúka høli hjá Íverksetarahúsinum til lesistovu og arbeiðspláss. Eisini skipaði kommunan saman við Samvinnu, ið er eitt felag fyri føroysk lesandi á CBS, fyri einum kunningarfundi í Skúlanum við Ósánna, har vinnulívið var bjóða við.
– Vit skulu vera proaktiv á hesum økinum sum kommuna, og vóna vit, at næmingar taka væl ímóti og gera brúk av hesum tilboði, sigur Jógvan Skorheim at enda.




