Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvík og Norðoyggjar áhugavert ferðamál

Tekst & Myndir: Dávur Winther

Í samband við ferðavinnustevnuna, VisitFaroeIslands, sum var hildin í Føroyum um vikuskiftið, skipaði GreenGate Incoming fyri útferð, har innbodnu gestirnir luttóku. Ferðavinnustevnan varð samskipað av VisitFaroeIslands og Atlantic Airways. Heili 65 ferðasølufólk úr 11 londum valdu at luttaka.

Í samband við ferðavinnustevnuna, VisitFaroeIslands, sum var hildin í Føroyum um vikuskiftið, skipaði GreenGate Incoming fyri útferð, har innbodnu gestirnir luttóku. Ferðavinnustevnan varð samskipað av VisitFaroeIslands og Atlantic Airways. Heili 65 ferðasølufólk úr 11 londum valdu at luttaka.

Skipað var fyri kunningardegi ella workshop í Norðurlandahúsinum í Tórshavn, men varð eisini skipað fyri útferðum til fleiri ymisk ferðamál fyri at kunna seg betri um støðini, náttúruna og tað, ið boðið verður á hesum støðum.

Leygardagin fór eitt ferðalag av ferðasmiðjum úr Svøríki, Danmark, Noregi, Bretlandi, Fraklandi, Hálandi og Italia til Norðoyggjar at kunna seg betur um tær sum ferðamál.

Tey vóru m.a. í Kalsoynni, har tey gingu norður á Kallin, sóu smiðjuna hjá Mikkjali Joensen, hoyrdu søguna um Trøllanes, Mikladal, Kópakonuna og heilsaðu eisini uppá hugtakandi kópakonuna og serstaka økið, hon stendur í.

Signhild vertur
Um kvøldið var Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini vertur við ein døgurða á Gamla Seglhúsinum, har eisini varð kunnað um Seglhúsið, Føroya Bjór, Summarfestivalin, Sjómannadagin, Norðoyastevnuna, Torradagarnar og ymiskt annað í ferðavinnuhøpi.

Signhild segði m.a. í vælkomurøðu síni, at hon fegnaðist um slíkar vitjanir, sum eru við til at knýta sambond og netverk – og bera vit rætt at, so eru slíkar vitjanir hentar og læruríkar, bæði fyri tey, sum her búgva og hin vitjandi. Signhild vónandi at gestirnir høvdu havt eina minnisríka ferð, sum kom at gagna ferðavinnuni og økinum her.

Gestirnir vóru allir hugtiknir av degnum og tí, teir høvdu sæð og upplivað. Tit skulu vera errin av hesum náttúruvøkru støðum við teimum mongu søgunum, tit eiga her norðuri, segði tann eini ferðasmiðurin.

Tá legði italiumaðurin uppí – Ja, og tit skulu eisini vera errin av vindinum. Har sum eg búgvi er ongantíð vindur og tí er luftin ikki so rein og frísk, sum tykkara. Vindurin er ein frálík søluvøra, legði hann afturat við einum sannførandi yvirbrá.

Fleiri teirra takkaðu fyri ein frálíkan dag og søgdu, at tey ætlaðu sær aftur hendan vegin við einum ferðalagi.

GreenGate
Fríðunn Hansen, stjóri á GreenGate Incoming, sum var við í útferðini og var við til at skipa fyri henni, sigur frá fleiri góðum afturmeldinum frá ferðasmiðjunum. Ein italiumaður við borðið hjá mær segði, at um hann skuldi valt, vildi hann búðsett seg í Klaksvík, sigur Fríðunn frá – ikki í Tórshavn! Býurin var ov stórur, helt hann fyri. Og tað sigur hann, tó at hann kemur úr Milano. Hann var rættuliga hugtikin av Klaksvík.

Havi fingið fleiri afturmeldingar uppá útferðina og tey eru sera væl nøgd. Havi eisini fingið nógvar jaligar viðmerkingar um tann góða døgurðan, greiðir Fríðunn Hansen, stjóri á GreenGate Incoming frá.

Harleywoodpaint