Harleywoodpaint
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Autolakering

John William Joensen

Vit fara fyrst og fremst at taka okkum av at lakera bilar og at gera skaðar aftur, siga teir báðir Svend Dahl og Ólavur S. Hansen.

Bilmekanikararnir Svend og Ólavur hava saman yvirtikið bilverkstaðin "Pitstop" á Bumshamri undir navninum Klaksvíkar Autolakering.
Flestu klaksvíkingar munnu kenna teir báðar frá øðrum verkstøðum. Ólavur S. Hansen hevur serstakliga útbúgvi seg, millum annað niðri í Danmark, til at sproyta bilar, ímeðan Svend alla sína tíð hevur tikist við at umvæla skaðar á bilum.
Vit hildu, at vit skuldu royna at standa á egnum beinum, tí gingu vit saman um at keypa verkstaðin her. Við tað at vit báðir eru serkønir innan hvør sítt øki, tá ið um bilar ræður, so halda vit at vit væl kunnu supplerað hvønn annan.
Meiningin hjá okkum er at leggja okkum eftir at greiða alt arbeiðið væl úr hondum, soleiðis at vit kunnu fáa nøgd viðskiftafólk.
Fortreytirnar skuldu verið góðar, tí verkstaðurin hjá okkum er væl útgjørdur og vit eru bert 34 ára gamlir og tí hóast ungir, so tó royndir og hava fingið allar neyðugu eykaútbúgvingar, síðani vit á sinni lærdu innan fakið.
Fortreytirnar fyri at vit kunnu kappast við øll onnur verkstøð skuldu verið í lagi og tað ætla vit eisini at vísa í verki framyvir.