Kl. Badmintonfelag hevur valt eina kappingarnevnd at standa á odda fyri tí ítróttarliga í felagnum, eitt nú venjingum og luttøku í kappingum.
Eftir roysnið, sum tað var, at byggja badmintonhøllina hevur Klaksvíkar Badmintonfelag nú tikið stig til at koma víðari við menningini av tí ítróttarligu síðuni av felagnum.
Nú hevur felagið valt eina kappingarnevnd, sum hevur fingið ábyrgdina av tí ítróttarliga virkseminum, so sum venjingum og luttøku í kappingum.
Ein væl mannað
kappingarnevnd
Nevndin er mannað við hesum fólkum:
Eyðbjørn Poulsen, form.,
Elsebeth Hansen, næstforkv.,
Lilja Thorsteinsson, skrivari,
Marian Fuglø,
Jonni Isaksen og
Finn Hansen.
Sigrid Andreassen er eisini í kappingarnevndini, har hon virkar sum bindilið millum nevndina í Kl. Badmintonfelag og kappingarnevndina.
Nú byrja
venjingarnar
Kappingarnevndin fór til verka tann 23. juni og hevur higartil arbeitt við at fáa skipað venjingarnar. Næsta stigið verður at fyrireika tær kappingar, sum skulu verða í Badmintonhøllini, saman við kappingarnevndini í Badmintonsambandi Føroya, og annars at skipa soleiðis fyri, at tey, sum spæla badminton, hava so góðar og væl skipaðar umstøður, sum tilber.
Í blaðnum hesa vikuna lýsir felagið við, at venjingarnar byrja mánadagin 1. september 2008. Venjingartíðirnar verða mánadag frá kl. 14.00 til kl. 17.00 og hósdag frá kl. 15.00 til kl. 19.00. Sigrid Andreassen og Marian Fuglø fara at taka sær av venjingunum mánadagar og Jonni Isaksen og Lilja Thorsteinsson fara at taka sær av venjingunum hósdagar.




