Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Býráð á vitjan í Mikladali og á Trøllanesi

John William Joensen

Eftir ársskiftið verða Mikladalur og Trøllanes partur av Klaksvíkar Kommunu, og hósdagin í farnu viku var Klaksvíkar Býráð á vitjan í bygdunum báðum fyri at kunna seg eitt sindur um umstøðurnar.

Tað var satt dýrdarveður, tá eitt næstan fullmannað Klaksvíkar Býráð seinnapartin hósdagin legði leiðina við Barsskor yvir á Kalsoynna at kunna seg eitt sindur um viðurskiftini í bygdunum báðum í norðaru helvt av Kalsoynni, sum eftir ársskiftið komandi verða partur av Klaksvíkar Kommunu.
Við í ferðalagnum vóru: Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri og býráðslimirnir Rani Nolsøe, Kristian Fríðrikk Olsen, Karl Heri Joensen, Erik Andreasen, Jórun Høgnesen, Torleif Sigurðsson, Hilmar K. Danielsen og Elisabeth (Betta) Joensen. Av arbeiðsávum lá ikki fyri hjá Eyðgunn Samuelsen og Jógvan Lützen at vera við.
Í sáttmálanum um sjálvbodna samanlegging av kommununum báðum er avtalað, at kommunurnar frá undirskrivingardegnum fara undir fyrisitingarligt samstarv.
Endamálið við samstarvinum er at fyrireika sjálva samanleggingina og at skipa soleiðis fyri, at borgarar í báðum kommununum longu frá undirskrivingardegnum skulu gerast tilvitaðir um, at kommunurnar leggja saman, eftir at verandi valskeið er lokið.
Samanleggingin er tí longu so smátt farin at merkjast. Eitt nú hevði Vegadeildin undan vitjan býráðsins verið har norðuri saman við borgarstjóranum at leggja til rættis tey fyrstu tiltøkini, sum eitt nú eru asfaltering í báðum bygdunum.
Markus Súni í Norðnastovu borgarstjóri og Sigrun Heldarskarð, kommunustýrislimur í Mikladals Kommunu, tóku saman við øðrum væl ímóti býráðslimum og vóru vertir undir vitjanini. Triðji kommunustýrislimurin, Christian Andreasen var burturstaddur.
Fyrst gekk leiðin við bussi norður á Trøllanes, har íbúgvarnir vóru skjótir av húsum at heilsa upp á býráðslimirnar, tá tey sóu gestirnar í túninum.
Í íbúgvaratali koma hesar báðar bygdirnar á Kalsoynni ikki at fylla so ógvuliga nógv í Klaksvíkar Kommunu, sum tann samanlagda kommunan fer at eita.
Hinvegin smæðast Mikladalur og Trøllanes á ongan hátt burtur, tá um vakurleika og stórbæri ræður. Tað er ógvuliga náttúruvakurt, bæði í Mikladali og á Trøllanesi, og serstakliga vakurt var tað hendan dagin í sólskininum.
Eisini í vídd muna bygdirnar báðar væl. Klaksvíkar Kommuna verður eftir ársskiftið væl størri, enn hon er í dag. Hon er í dag 72,2 ferkilometrar, meðan Mikladals Kommuna er 14,3 ferkilometrar, so í alt verður sameinda kommunan 86,5 ferkilometrar.
Sostatt verður tað eftir ársskiftið eitt sindur meira at fara um hjá býráðnum, býráðsumsitingini og deildunum.
Ikki tí – býráðið kemur ikki at standa á berum í sambandi við hesar báðar bygdirnar, tí partarnir eru samdir um at seta tvær staðbundnar nevndir samsvarandi § 37 í Kommunustýrislógini, at ráðgeva og ummæla  í málum viðvíkjandi staðbundnum viðurskiftum.
Valdar verða nevndir, ein fyri Mikladal, nevnd Mikladalsnevndin, og ein fyri Trøllanes, nevnd Trøllanesnevndin, sum hvør hevur 5 limir.
Borgararnir í Mikladali og á Trøllanesi fáa tí tveir atkvøðuseðlar á komandi kommunuvali, ein til býráðið og ein til staðbundnu nevndina fyri teirra bygd.
Bygdarfólkið velur 3 limir fyri 4 ár, borgarstjórin er nevndarformaður og býráðið velur hin limin. Býráðsskrivarin er skrivari í staðbundnu nevndunum.
Á Trøllanesi varð m.a. farið oman á lendingina, sum ikki longur verður brúkt til tað nógva, men sum eitt nú í ferðavinnuhøpi er áhugaverd, tí umhvørvið er so stórsligið og hugtakandi.
Júst í sambandi við ferðavinnu innihalda hesar báðar bygdirnar nógv áhugavert. Nevnast kunnu støð sum Hvannrók, Avhaldshúsið, Norðnástovusmiðjan, vitin á Kallinum, fjøran á Trøllanesi og í Mikladali, bjørgini, Myllan, Marjunnarhav, bygdagøtan v.m..
Í sambandi við lendingarnar báðar, í Mikladali og á Trøllanesi, vórður fortaldar onkrar søgur úr gomlum døgum, eitt nú um hvussu leingi tað kundi ganga ímillum, at bátur slapp at lendingini.
Jú, tað vóru heilt aðrir dagar, enn vit kenna til í dag, nú byggingin av eini nútímans ferjulegu á Syðradali er komið væl áleið, eins og tyrlusambandið eisini er tøkt.
Í sambandi við samanleggingina er staðfest, at kommunurnar báðar taka staðiliga undir við ynskinum hjá Mikladals kommunu um at víðka ferjusambandið um Kalsoyarfjørð, soleiðis at til ber at koma til og frá frítíðartilboðum, so sum kvøldskúlatilboðum v.m. í Klaksvík fleiri kvøld um vikuna, harumframt er ynski um at túrarnir leygardag og sunnudag verða fleiri og betur spjaddir, og at siglingin annars verður lagað til tey, sum búgva á staðnum, men fyrst og fremst til tey, sum ferðast til arbeiðis um fjørðin.
Umframt nógv og gott prát í túnunum á Trøllanesi góvust m.a. eisini stundir til at støkka inn á gólvið í skúlabygninginum í bygdini, áðrenn leiðin gekk til hina bygdina í kommununi, Mikladal, sum er tann fólkaríkara av teimum.
Við teimum 52 íbúgvunum í Mikladali og teimum 22 á Trøllanesi er íbúgvaratalið í Mikladals Kommunu 74, sum nú legst aftur at teimum 4864 í Klaksvíkar Kommunu. Sostatt nærkast Klaksvíkar Kommuna nú aftur teimum 5000 íbúgvunum, sum kommunan bert einaferð fyrr hevur talt.
Hóast avmarkaða fólkatalið eru bygdirnar báðar fyri norðan á Kalsoynni áhugaverdar á ymiskan hátt. Til dømis er tað merkisvert, hvussu lutfalsliga stórt barnatalið er har í løtuni.
Í Mikladali gav Markus Súni borgarstjóri bussføraranum boð um at steðga á vegnum oman fyri bygdina. Síðani varð gingið oman til viðarlundina, sum liggur nakað oman fyri sjálva bygdina.
Sæð uttanífrá tykist viðarlundin í Mikladali ikki serliga stór, men her fer ein skeivur, tí komin til viðarlundina kundi ein skjótt staðfesta, at talan er um eina rímiliga stóra viðarlund við stórum og tøttum trøum.
Óiva er tað tann stóri dalurin, sum ger, at viðarlundin tykist minni, enn hon í veruleikanum er. Gamaní kundi hon verið hildin eitt sindur meira viðlíka, men hugnalig er hon, og lítið er at ivast í, at Hans Hjalti Skaale býargartnari sær eina spennandi avbjóðing í at tey komandi árini at gera hesa perluna enn meira spennandi hjá fólki at vitja.
Eftir vitjanina í viðarlundini gingu býráðslimirnir eitt sindur longur oman til fótbóltsvøllin, ið liggur beint oman fyri bygdina.
Her hevur Mikladals Kommuna, saman við góðum fólki, umvælt vøllin og lagt graslíki omaná, soleiðis at vøllurin er rættiliga áhugaverdur. Graslíkið, sum er lagt á, er partur av tí fyrsta graslíkisteppinum, sum lá á vøllinum í Klaksvík.
Blíðskapurin treyt ikki. Eftir gongutúrin bjóðaðu vertirnir pannukøkur og annað gott í Avhaldshúsinum, sum er ein týðandi táttur í trivnaðinum har á staðnum.
Í Mikladali vitjaðu býráðslimir eitt nú í kirkjuni og í skúlanum, og onkrir stukku eisini inn á gólvið hjá privatfólki. Eisini her varð farið ein túr oman á lendingina, sum eins og tann á Trøllanesi er verd eina vitjan.
Tá tað leið ímóti nátturðatíð, takkaðu býráðslimir vertunum í Mikladals Kommunu fyri blíðskapin og eina áhugaverda rundsýning í bygdunum báðum, og so varð kósin sett ímóti Húsum, har Alfa Pilot lá tilreiðar at flyta tey fólkavaldu í Klaksvíkar Býráð innaftur í Vág.
Samanumtikið ein væl eydnað fyrsta ferð hjá býráðslimum í norðaru helvt av Kalsoynni, sum eftir ársskiftið verður partur av eini víðkaðari Klaksvíkar Kommunu.

Harleywoodpaint