Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Býráð gera íløgur fyri 30 milliónir

John William Joensen

Borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, sigur við Norðlýsið, at íløgurnar talan er um at gera eru neyðugar fyri at býurin skal verða klárur at taka ímóti tá Norðoyatunnlin verður tikin í brúk

– Vit hava gjørt eina meting av krøvunum, sum undirsjóvartunnilin fer at seta til býin og út frá hesum metingum hava vit so gjørt eina raðfesting av íløgum.
– Í hesum er m.a. ognartøka av lendi, liðugt ger av ringvegi og miðbýnum, góðshavn í Ánunum, ídnaðarøkið og eitt nýtt økið við bátahylin á Borðoyarvík, útbygging av økinum uttanfyri Norðborg o.a..

Nógv virksemið
Borgarstjórin sigur at býurin er komin í tað støðu, at neyðugt verður at gera allar hesar íløgur áðrenn Norðoyatunnilin um trý ár verður tikin í brúk.
– Hetta kemur eisini at skapa sera nógv virksemið í býnum hesi trý árini og trúgvi eg at hetta kemur væl við nú virksemi í landinum annars er minkandi.
Borgarstjórin undirstrikar at íløgurnar, sum nú verða gjørdar koma ikki at ávirkað annað arbeiði sum er í gongd.
– Nógv av tí virkseminum sum er í kommununi í løtuni er sáttmálabundið og kemur tað arbeiði at halda fram eftir ætlan.

Grótflutningur við skipið
Borgarstjórin sigur, at ætlanin at flyta grót við skipið úr Leirvík til góðshavnina í Ánunum, verður framd tí hetta er tað skilabesta.
– Um vit valdu at flyta gróti við lastbili frá útgrevstrinum á Borðoyarvík, høvdu stórir lastbilar koyrt eftir Nólsoyar Pállsgøtu hvønn 5. minutt og meta vit hetta verða sera óheppið fyri trygdina í ferðsluni í býnum.
– Hóast hetta hevði verið bíligari í fyrstu atløgu, so er hetta ikki bíligari í longdini tí eingin ivi er um at vegirnir í býnum høvdu verið í sera ringum standi tá arbeiði uppá undirsjóvartunnilin stóð liðugt

Fíggingin
Borgarstjórin sigur at tað møguliga verður neyðugt hjá býráðnum at takað nøkur stuttfreistað lán fyri  at fíggja íløgurnar, men endalig avgerð er ikki tikin um hetta.

Verða samtyktar í kvøld
Borgarstjórin sigur at íløgurnar hava verið ígjøgnum nevndarviðgerð  og vantar hann tí at tær verða samtyktar í kvøld á býráðsfundi.
– Vit hava sent bræv til landsstýrið og greitt frá støðuni sum vit eru í, sum vit meta verða heilt serliga, og biðja um loyvi til at framskunda neyðugu íløgurnar.
Býráðsfundurin verður í kvøld kl. 18.

Harleywoodpaint