Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Býráð gjørt trý ára sáttmála við Blákross Føroya

John William Joensen

Klaksvíkar Býráð og Blákross Føroya eru samd um at fara undir eitt átak undir heitinum "Børn í vanda", ið hevur til endamáls eisini at samskipa tiltøk ímillum stovnar og feløg, ið hava við børn at gera.

Á tíðindafundi í hølunum hjá Borgarstjóranum, Steinbjørn O. Jacobsen, tóku tey bæði Steinbjørn og Tórhild Bjarkhamar, fyribyrgingarleiðari á Blákross Føroyar ímóti okkum.
Steinbjørn O. Jacobsen segði, at býráðið var samt um at gera ein trý ára sáttmála við Blákross Føroyar, sum samskipara, um at gera eitt átak um fyribyrging í rúsevnismálum millum ung.
Býráðið stuðlar tiltakinum við pengum.
Tórhild Bjarkhamar, fyribyrgingarleiðari greiddi okkum síðani frá hvat tiltakið gekk út uppá og segði hon millum annað, at fyrsta stigið fór at vera ein ráðstevna í Klaksvík, har leiðarar fyri ymiskar felagsskapir, skúlar og onnur, sum høvdu við børn at gera fóru at vera innkallað og har ein ætlan skuldi leggjast.
Vit meta at tað hevur alstóran týdning, at fyribyrgingararbeiðið ímillum ung verður samskipað, soleiðis at eitt nú, skúlar, samkomur, skótafelagsskapir, ítróttarfeløg og onnur, sum hava við børn og ung at gera, samstarva og draga somu línu í hesum arbeiðinum.
Klaksvík er vald sum ein royndarkommuna, og tað er ikki tí at rúsevnistrupulleikin her er størstur. Tað er heldur soleiðis við hesum tiltakinum, at vit fara at arbeiða við fyribyrging og hetta er sjálvsagt lagt soleiðis til rættis, at tey ungu ongantíð blíva misnýtarar. Hetta átakið snýr seg ikki fyrst og fremst um at vit øll nú skulu vera avhaldandi, men heldur at hjálpa børnum og ungum ikki at byrja ov tíðliga, tí øll tøl vísa, at jú fyrr tú byrjar, tess størri vandi er fyri at tú gerst misnýtari.
Ráðstevnan sum fyriskipað verður, verður ein langan dag, frá kl. 9.00 til 2100. Vit rokna við at minst 70 ábyrgdarfólk verða kallaði saman við býráðslimum. Skipað verður fyri fyrilestrum og til hetta fáa vit millum annað vitjan úr Norðegi. Men ætlanin er eisini at nógvur dialogur skal vera á ráðstevnuni ímillum luttakararnar, sigur Tórhild Bjarkhamar, fyribyrgingarvegleiðari hjá Blákrossi Føroya.
Um endamálið við ráðstevnuni og átakinum verður sagt:
Opinleika og samstarv millum teir ymisku fakbólkarnar, ið hava við børn og ung at gera, at foreldrini verða kunnað um, hvat kann minka um misnýtsluvandan á øllum aldursstigum, at foreldur samstarva um, hvørji mørk tannáringar skulu hava, betri førleika og tvørgreinaligt samstarv millum ymsar stovnar til bata fyri børn, sum eru í serligum vandabólki.
Um hugsjónina við átakinum verður sagt, at tað skal stuðla uppundir: at geva børnum tryggar og góðar umstøður at vaksa upp undir, so tey ikki lata seg trýsta til at fara at roykja, drekka og at nýta vandamikil rúsevni, at rúsmisnýtsla- og harvið trupulleikar, ið standast av henni – verður sum minst, at tey, iðeru um børn, læra at síggja, skilja og vita, hvussu farast skal fram, tá børn líða undir, at tey vaksnu nýta rúsdrekka ella rúsevni.