Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Býráð heiðraðið Toda

John William Joensen

Á samkomu í KÍ-Cafeini eftir dystin mánakvøldið handaði borgar-stjórin, Steinbjørn Jacobsen, Toda ein málning frá Pól Skarðenni við áskriftini: “Takk fyri framúr umboðan og avrik. Klaksvíkar Býráð.”

Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri legði fyri við eini heilsan á donskum til gestirnar úr FCK, har hann fegnaðist um, at hesin dysturin var komin í lag her í heimbýnum hjá Toda.
Síðani helt hann fram við eini heilsan til Toda sjálvan:

»Góði Todi. Tað er mær ein  stórur heiður at kunna handa tær eina viðurkenning fyri tað umboðan tú hevur verið fyri  Klaksvík og Føroyingar allar.
Tú ert tann føroyingur sum er komin longst og er kendasti føroyski fótbóltsleikari  uttanlands, og so kemur tú úr Klaksvík, her tú í tínum barnaárum bleivst evnaður til.
Tá vit hugsa um pápa tín, sum var ein sera evnaríkur leikari, so undrar hetta ikki okkum, at tú endaði sum tann stóra fótbóltshetjan.
Tú hevur eisini verið væl stuðlaður av mammu tíni Honnu – og nú hesi seinnu árini ikki at tala um Heina í Kunoy.
Um vit kaga í ítróttarsøgubøkurnar, síggja vit, at tú eisini hevur vunnið meistaraheiti við KÍ, bæði sum ungur og sum vaksin, og nú sum yrkisleikari FCK.
Nú gleða vit okkum at síggja teg aftur á landsliðnum.
Tú hevur verið og ert ein veldug fyrimynd, ikki bert hjá okkum vaksnu, men eg hugsi eisini um ungdómin, sum hevur eitt vakið eyga við tínum sjarmerandi fótbóltspæli – jú tey ungu síggja upp til tín og eru stolt av tær.
Tá eg hugsaði um, hvat eg vegna Klaksvíkar Býráð skuldi handa tær í dag, kom mær fyri oyru, at tú vart eitt sindur hugtikin av listamálaranum Pól Skarðenni, so vit vendu okkum til hansara fyri fáum døgum síðan at fregnast um, hvat hann hevði í savni sínum sum hóskaði.
Pól var so beinasamur at bjóða seg til at mála ein málning til tín í dag. Hetta er ein mynd, sum vísir útsýnið haðani, sum pápi tín vaks upp úti í Víkum, og yvir á Heygar, har mamma tín vaks upp.
Her búleikaðist tú og bleivst evnaður til við tí úrslitið, at tú ert okkara stoltleiki.
Eg ynski tær og tínum góðan byr, og minst til, at tú ert og altíð verður okkara Todi.«

Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri

Harleyfacadeacryl