Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Býráð taka støðu til mál um friðing av øki við Borðoyarvík

John William Joensen

Á skránni fyri býráðsfundin hóskvøldið 12. november er mál um friðing av øki við Borðoyarvík – millum Mækjuvík og Hellisenda – sum býráðslimirnir Óluva Klettskarð og Kristian Eli Zachariasen hava reist.

Á skránni fyri býráðsfundin hóskvøldið 12. november er mál um  friðing av øki við Borðoyarvík – millumMækjuvík og Hellisenda – sum býráðslimirnir Óluva Klettskarð og Kristian EliZachariasen hava reist.

 

 

Økið er í AlmennuByggisamtyktini fyri Klaksvíkar Kommunu útlagt sum D1-øki, har ásetingin er soljóðandi:

 

Grøntøki fríøki

Parkella náttúruøki. Støða verður tikin til neystabygging í hvørjum einstøkum føri

(friðingarmyndugleikar).Bygningshædd: 4,5 m til mønu

 

Á heimasíðuni hjá savn.foverður sagt, at ein friðing í útgangsstøði er bindandi í alla framtíð.Aðrastaðni stendur á síðuni, at kommunur, við lógini um býarskipanir ogbyggisamtyktir, hava tað týdningarmesta amboðið til at taka sær av mentanararvinum.– Sí niðanfyri vistu útklipp frá heimasíðuni hjá Søvnum Landsins:

 

Kommunur og fornminni

Løgtingslógin umbýarskipanir og byggisamtyktir veitir kommunalum myndugleikum heimild fyriviðtøkum um brúk og vernd av økjum, t.d. við atliti at mentanarminnum.

Ætlanin við lógini erat leggja til rættis brúk av økjum og bygging til frama fyri hin einstaka ogsamfelagið. Í hesum liggur eisini ein skylda til at taka virðini, sum mentanarminniniumboða, við í plan- og byggimálsviðgerðina.

Lógin um býarskipanirog byggisamtyktir er týdningarmesta amboðið hjá kommununum til at taka sær avmentanarminnum. Vernd við byggisamtykt er ein dynamiskur verndarháttur, tíbyggisamtyktir verða við jøvnum millumbilum dagførdar.

Mælt verður til, atkommunur altíð senda Landsantikvarinum/Føroya Fornminnissavni ætlanir umbyggisamtyktir til hoyringar

 

Hvør kann reisa friðingarmál?

Friðingarmál verðareist av landsantikvarinum. Tað vanliga er, at Føroya Fornminnissavn, kannar,um tað eru bygningar, ið eiga at verða friðaðir.

Landsantikvarurinkann eisini reisa friðingarmál við støði í áheitanum frá ánarum, grannum ellaøðrum áhugaðum. Send verður tá inn ein lýsing við viðkomandi upplýsingum. Tilber eisini at ringja.

Síðan metirLandsantikvarurin, um hann vil reisa friðingarmál.

Landsantikvarurin ogFornminnissavnið svara øllum áheitanum, uttan um til, um málið heldur fram ellaáheitanin verður avvíst.

 

Málsgongdin

Ein friðing er íútgangsstøðinum bindandi í alla framtíð. Tí er neyðugt, at avgerðir ífriðingarmálum verða tiknar á fakliga hollum støði. Eisini er neyðugt at takaborgarar og serliga tey, ið hava áhugamál á røkja við atliti at tí, ið uppskoter um at friða, uppí málsviðgerðina eins og fyriskipað í lóg um almennafyrisiting. Av tí at alt hetta er neyðugt, er friðingartilgongdin altíð drúgv.

 

Tilmæli:

Út frá omanfyri lýstaverða avvarðandi nevndir at umrøða spurningin, um farast skal í holt viðtilgongdina

*við friðing av økinum millumMækjuvík og Hellisenda, ella

*at skerpa ásetingina íbyggisamtyktini við at nokta allari bygging – galdandi fyri umrødda øki.

 

UBN02-11-2015: Nevndin tekur undir við at skerpa ásetingina í byggisamtyktinivið at nokta allari bygging – galdandi fyri umrødda øki.

 

MeN02-11-2015: Nevndin tekur undir við UBN 02.11.15.

 

Hetta mál er, sumnevnt, á skránni fyri býráðsfundin hóskvøldið 12. november 2015.

Harleyfacadeacryl