Við H. C. Vask – í hesum H.C. Andersens-døgum – sum skelti á eini stórari
kransakaku, hópin av blómum og nógvum vitjandi at ynskja tillukku;
høvdu hjúnini Joan og Hans Christian Øregaard boðið til móttøku, nú eigaraskifti er á søguliga Klaksvíkar Dampvaskarí 1. februar 2005.
Eftir 12 ár í vaskarrívinnuni hevur Dorius Frederiksberg gjørt av at steðga á og hevur tí selt vaskaríið til nýggju eigararnar, hjúnini Joan og Hans Christian Øregaard. Samstundis hevur Klaksvíkar Dampvaskarrí skift navn til H. C. Vask.
Nýggju eigarnir taka uppgávuna sum eina spennandi avbjóðing við nógvum møguleikum – ikki mins tá ið undirsjóartunnilin um eitt ár verður liðugur.
Annars hava tey á vaskarríðinum longu nú hópin av viðskiftafólki sum búgva hinumegin fjørðin.




