Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Dansifelag havt aðalfund

Jóhann Lutzen

Mikukvøldið 26.apríl hevði Klaksvíkar Dansifelag aðalfund. Felagið kundi vísa aftur á ein virknan dansivetur, har bæði børn og vaksin hava dansað so at siga hvørt sunnukvøld frá heystfrítíðini til føstu. Eisini hevur felagið havt hugnakvøld og almennan dans

Mikukvøldið 26.apríl hevði KlaksvíkarDansifelag aðalfund. Felagið kundi vísa aftur á ein virknan dansivetur, harbæði børn og vaksin hava dansað so at siga hvørt sunnukvøld frá heystfrítíðinitil føstu. Eisini hevur felagið havt hugnakvøld og almennan dans


Í mai 2016stóð felagið fyri landsdansistevnuni, ið er eitt afturvendandi tiltak triðjahvørt ár. Stevnan var sera væl eydnað og vóru uml. 500 fólk á stevnuni.Summarhálvuna dansaði felagið javnan fyri ferðafólki.


Á skránni var eisininevndarval. Ása Petersen Mørkøre, ið hevur sitið í nevndini og verið felagnumeit hollur stuðul valdi ikki at stilla uppaftur. Í hennara stað var JónleifJohannesen valdur í nevndina. Í nevndini sita í dag Heini Mohr, Elin Syderbø,Brynjálvur Sigurðsson, Silja Sivertsen og Jónleif Johannesen. Varalimir eruÓlavur Syderbø og Poul Mikkelsen. Nevndin skipar seg á komandi fundi. 


Árið, sumliggur fyri framman, er eitt spennandi ár fyri Klaksvíkar Dansifelag. Í summarstendur felagið á odda fyri Norðurlendsku barnadansistevnuni Barnlek.Stevnan verður í Klaksvík 6.-9. juli 2017. Á stevnuna koma omanfyri 600luttakarar úr øllum Norðanlondum. 


Komandi dansivetur kemur eins og undanfarinár, at vera sera virkin og eru ætlanir um at gera enn meira burtur úr enn ífjørð. 


Stoltleiki felagsins er snotuliga húsi Skálin. Skálin var bygdur í 1988.Takið er nýligani skift, men aðrar ábøtur standa fyri framman. Hetta fekk nógvaumrøðu á fundinum, tí talan er um kostnaðarmikil átøk. 

Nevndin fer at raðfestaog viðgera hesi viðurskiftir komandi árið. 


Tá fundurin var lokin takkaðifundarstjórin Brynjálvur Sigurðsson fyri góðan og siðiligan fund.