Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klaksvíkar Fimleikarfelag ringar umstøður

Jóhann Lützen

– Vit skriva 2023 og enn skítast vit við hetta lorta amboðsrúmið. Tíbetur hava vit raskar venjarar og foreldur, sum hjálpa væl til, so børnini í Klaksvík kunnu venja fimleik, skrivar Berit Mohr á sínum facebook vanga

 

Kjak hevur tikið seg upp á Facebook um umstøðurnar hjá Klaksvíkar Fimleikarfelag. Berit Mohr er venjari og fyrrverandi nevndarlimur í Klaksvíkar Fimleikafelag og hon hevur lagt myndina omanfyri út við tekstinum omanfyri eisini. 

Hetta hevur fingið fleiri onnur til knappaborðið. 

Joan Finnsdóttir Joensen er nevndarlimur í Klaksvíkar Fimleikafelag og hon tekur undir við at umstøðurnar ikki eru nøktandi.

Til tíðir eru amboðini hjá okkum vát og fuktig av leka. Hetta eru umstøðurnar, sum vit dag og dagliga stríðast við, skrivar Joan á sínum facebook vanga.