Jógvan H. Jacobsen, formaður í Klaksvíkar Handilsfelag, sigur at á aðalfundinum bleiv skotið upp at fáa onnur enn bert handlar upp í felagi.
Mánakvøldi hevði Klaksvíkar Handilsfelag aðalfund og á skránni var millum annað nevndarval.
Harley Bertholdsen og Jóhanna Christiansen stóðu fyri vali og boðaði Harley Bertholdsen frá at hann ikki stillaði upp aftur og í hansara stað bleiv Hendrik Tøgersen valdur.
Jóhanna Christiansen bleiv afturvald, og í nevndini sita nú, Jógvan H. Jacobsen, Sámal E. Akursmørk, Beinta Klakkstein, Hendrik Tøgersen og Jóhanna Christiansen.
Nevndin skipar seg á komandi nevndarfundi.
LES MEIRA Í BLAÐÚTGÁVUNI FRÍGGJADAGIN




