Nevndin í Klaksvíkar Handilsfelag er nú liðug við arbeiði, at evna nýtt talgilt gávukort til viðskiftafólk, at nýta í meira enn 30 handlum í Klaksvík, sum eru limir í Klaksvíkar Handilsfelag. Kortið er nú sent til framleiðslu og verður tikið í brúk og marknaðarført um nakrar fáar vikur.

Felagið fer at gera nógv burtur úr tá gávukortið verður alment og verður meira at frætta um hetta seinri. Felagið rindar allar útreiðslur, sum limirnir hava av nýggja gávukortinum v.m..
Møguleiki er at gerast partur av gávukortinum, við at teknað seg sum lim í Klaksvíkar Handilsfelag, á Norðoya Kunningarstovu TLF. 456939 ella info@klaksvik.fo
KLAKSVÍKAR HANDILSFELAG