Skal Klaksvíkar havn í framtíðini verða kappingarfør, mugu vit gera neyðugar íløgur, so vit ikki verða vald frá og aðrar havnir fara avstað við kundunum.
At kunna veita landstreym til skip er avgerandi fyri kappingarførið hjá havnum í Føroyum, og ein treyt fyri at kunna gerast partur av sokallaða TEN-T netverkinum.
Í grein hin 21.oktobur vísir Reiðarafelagið fyri Handilsskip føroysku kommununum á gyltan møguleika at vera við á grønu leiðini. Ein havn, sum ikki ger íløgur í landstreym, fer at missa kundar til aðrar grønari havnir, sigur formaðurin í RFH.
Grønar havnir ein treyt
Ein TEN-T havn er ein havn, sum er partur av ES-netverkinum TEN-T (Trans-European Transport Network). Hetta netverkið umfatar vegir, jarnbreytir, flogvøllir og havnir í ES. Netverkið skal betra undirstøðukervið, styrkja burðardygdina og minka útlátið av flutningi og ferðslu. Framyvir fer tað at verða av stórum týdningi fyri handilssambandið við ES at hava havnir, sum eru TEN-T góðkendar.
Í maj 2022 luttók eg á árligu ráðstevnuni hjá Skandinavisk Eletrisk Transport System (SETS 2), har fleiri stórar aktørar í norðurlendsku maritimu vinnuni luttóku. Frá øllum fyrilestrarhaldarunum var boðskapurin greiður: ES er á einari grønari leið, og annaðhvørt fylgja vit við, ella verður okkara pláss á ES-marknaðinum ávirkað.
Og í Føroyum eru vit alt ov sein á veg. ES er týdnigarmiklasti marknaðurin fyri Føroyar, og sjálvsagt vilja vit varðveita tað samstarvið, vit hava, og vit vilja eisini, at hetta samstarvið skal verða betri. Vit hava tørv á, at tað verður betri. ES-londini ætla at gerast grønari – skulu vit so ikki eisini tað?
Klaksvíkar havn tryggjast
“Fit for 55” er ein umfatandi grønur pakki hjá ES, sum varð settur í verk í 2021 við tí fyri eyga at minka útlátið av vakstrarhúsgassum. Føroyar, sum ikki eru ES-limur, eru ikki beinleiðis bundnar av hesum málum og handilsavtalan, ið Føroyar hava við ES, setur ikki krav um eina TEN-T havn. Tó er tað ein vandi fyri okkum, um vit ikki hava eina slíka havn, tí ES fer at raðfesta TEN-T havnir. So hvørt sum ES leggur størri dent á burðardyggan flutning, verða handilssambond við havnir uttan TEN-T góðkenning niðurraðfest.
At útbyggja Klaksvíkar Havn til eina TEN-T havn tryggjar Klaksvíkar kommunu sum fiskivinnuhøvuðsstað Føroya. Hetta fer at hava við sær, at Klaksvíkar havn verður raðfest framum aðrar havnir.
Hesum fari eg at arbeiða fyri, verði eg vald í býráðið.
Sylvia Thomsen
Valevni á Lista D



