Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Ítróttarfelag sóknast eftir dómarum/hjálpardómarum til Ungdómsfótbólt

Tíðindaskriv

Klaksvíkar Ítróttarfelag, ið telist ímillum tey stórstu fótbóltsfeløgum í landinum, hevur stórliga brúk fyri hjálp til at døma í ungdómsfótbólti í 2017. Hóast nógv fólk taka eitt lógva tak, er øll hjálp kærkomin. Í ár luttaka útvið 40 ungdómslið í felagnum, bæði á mans og kvinnusíðuni. So tað sigur seg sjálvt, at tað skulu nógvar hjálpandi hendur til.

Felagið kann bjóða øll dómaraskeið sum fótbóltssambandi skipar fyri.

Um áhugi er fyri at døma í ungdómsdeilduni í 2017, eru tit vælkomin at venda tykkum til Dómarasamskiparan Eyðun Thorgeirsson á tlf: 758104, ella Samskiparan Hans Jacob Heinesen á tlf 281904.

Tit eru eisini vælkomin at senda mail til ki@ki.fo