“Frá búseting til fríhandil” – fyrsta bind av trimum, um Klaksvíkar søgu, var í kvøld lagt fram í fullsettum býráðssali.
Hans Andrias Sølvará hevur nú handað fyrsta bindið av Klaksvíkar søgu til borgarstjóran, Steinbjørn Jacobsen. Hetta var gjørt á almennari samkomu í kvøld. Býráðsalurin var fullur av fólki, so ikki kann sigast annað, enn at fólk hava verið spent at fingið hendur á nýggju bókini.
Steinbjørn Jacobsen bjóðaði øllum vælkomnum við eini stuttari røðu, har hann kom inná týdningin av at kenna sína søgu.
Jóannes Hansen, greiddi frá setninginum hjá ritstjørnini, og um týdningin av slíkum arbeiði. Eftir hann ummældi Jóan Pauli Joensen, professari, hegnisliga bókina. Ummælarin umrøddi stutt teir ymisku partarnar í bókini, og tók síðan samanum við at siga, at Hans Andrias hevði gjørt eitt framúr gott søguligt arbeiði við bókini. Eisini hevði hann rósandi orð til myndavalið, uppseting og bókina í heila tikið.
Pætur við Keldu spældi klaver ímeðan tveir sangir vóru sungnir.
Hátíðarløtan endaði við, at Hans Andrias Sølvará handaði borgarstjóranum fyrsta eintakið av bókini, sum afturfyri takkaði við einum blómutyssi og eini gávu til høvundan.
Við hesum fáa klaksvíkingar eitt megnarverk, sum uttan iva fer at virka til størri kunnleika til røtur, søgu og samleika hjá teimum, ið hava verið og eru partur av Klaksvíkar søgu.
Í samband við at Klaksvíkar Kommuna fyllir hundrað ár, fáa øll húskið í Klaksvíkar Kommunu eitt eintak av bókini við postinum ein av fyrstu døgunum.
Hjartaliga til lukku við bókini Hans Andrias Sølvará, ritstjørn og Klaksvíkar Kommuna.




