Klaksvíkar Sjónleikararfelag framførir kabarettina Gloymd Grýta á Brandstøðini.
Í sambandi við at Klaksvíkar kommuna fyllir 100 ár, framførir Klaksvíkar Sjónleikararfelag kabarettina Gloymd Grýta á Brandstøðini.
Eyðvita er mangt at tríva í, av tí, sum farið er fram hesi hundrað árini. Men, sum formaður felagsins, Rudolf Joensen, endurtekur eftir Magnus á Kamarinum: Er Havnin rokoko, ja, so er Klaksvíkin barokk! Tilvildin ella lagnunnar speisemi, hevur borið so í band, at Klaksvíkar Sjónleikararfelag venur á gomlu brandstøðini, og framførir á nýggju brandstøðini. Fleiri heit evni verða tikin til viðgerðar, og verða viðgjørd av hópin leikarum; úr 65 ár niður til 10 ár. Tónleikurin er í tryggu hondum Magna Husgaard’s og hansara monnum. Felagið hevur fingið íslendska ljósmannin Árna Baldvinsson at varpa ljós yvir støðuna. Jákup Veyhe, stuttbeintur kaospilotur, samansjóðar og stjórnar neistarokinum. Fest verður í leygardagin klokkan 12, klokkan 14 kyknar aftur, eins og klokkan 16 og 18. Sambært Rudolfi Joensen hava ljósasløkkjarar onga atgongd. Øll onnur kunnu tó fáa atgongumerki á Shellstøðini í Klaksvík.
Kostnaðurin er einans 120,- kr.




