Hetta sigur Magni P. Garðalíð, bygdarráðsformaður í Húsa Kommunu, um óskilið við ruskplássinum í Knútsdali.
Eg eri púra samdur í, at tað er óforsvarligt at ruskplássið í Knútsdali so at siga liggur í órøkt, men vit hava ein stóran trupulleika, og hann liggur í, at bert eitt ruskinnsavningarpláss er í oynni, og Klaksvíkar Kommuna vil ikki gjalda sín part av útreiðslunum.
Um tú hyggur at myndunum ella kannar á ruskplássinum, so kemur meginparturin av ruskinum frá bygdunum norðanfyri og tí er onki at ivast í, at Klaksvíkar Kommuna eigur at gjalda bróðurpartin.
Vit vilja gjarna í eitt samstarv við Klaksvíkar kommunu í hesum sambandi, men tað tykist sum um teir als ikki hava áhuga í hesum.
Eg havi hoyrt, sigur Magni P. Garðalíð bygdarráðsformaður í Húsa Kommunu, at Klaksvíkar Kommuna ætlar at gera sítt egna ruskpláss í Mikladali, og tað haldi er er spell, tí vit eru einans 150 fólk í oynni. Tað er tí næstan skomm, at vit skulu hava tvær slíkar ruskmóttøkur.
Sum eg havi skilt, so er IRF heldur ikki áhuga í at tvinnar móttøkur vera gjørdar, tí tað ger tømingina hjá teimum nógv dýrari, við tað at bilarnir hjá teimum koma at vera óneyðuga leingi í oynni.




