Klaksvíkar kommuna hevur sett David Im í eitt verkætlanarstarv, har hann fer at kanna umstøður og ynski hjá útlendingum, sum eru búsitandi í kommununi, og út frá tí at gera uppskot til politikk á økinum.
Klaksvíkar kommuna hevursett David Im í eitt verkætlanarstarv, har hann fer at kanna umstøður og ynskihjá útlendingum, sum eru búsitandi í kommununi, og út frá tí at gera uppskottil politikk á økinum.
Verkætlanin, sum Klaksvíkar kommuna og David Im samstarva um,hevur til endamáls at kanna og lýsa, hvussu innflytarar til Klaksvíkar kommunubest kunnu verða integreraðir í lokalsamfelagið.
David fer í hesum verkætlanarstarvi at kanna tørvir og ynskiv.m. hjá innflytarum og út frá tí at orða og byrja at fremja ein integrations-og útlendingapolitikk fyri Klaksvíkar kommunu.
Vilja skapa bestmøguligar karmar
– Vit ynskja at skapa teir best møguligu karmarnar og atveita tær tænastur, sum kunnu viðvirka til at styrkja ta sosialu integratióninamillum lokalar og tilfluttar borgarar úr útlandinum, sum higartil hava búsettseg í Klaksvíkar kommunu, og teir sum í framtíðini fara at búseta seg íkommununi.
– Endamálið er stutt sagt at viðvirka til, at hesir borgararí mest møguligan mun verða enn betur integreraðir í samfelagið, upplýsir JógvanSkorheim, borgarstjóri, sum mánadagin beyð Davidi Im vælkomnum til arbeiðis íbýráðshúsinum.
– Í sínum starvi fer David í stóran mun at samskifta viðtilflytarar í kommununi fyri at kanna og lurta eftir teirra royndum, tørvum ogynskjum í mun til lokalsamfelagið og borgaratænasturnar, sum her verða veittar.
– David er sjálvur útlendingur, ið hevur búsett seg í Klaksvíkarkommunu, og hetta gevur honum góðar fortreytir fyri at síggja tingini við eygumtilflytarans og út frá tí at byggja brýr tvørtur um tær gjáir – tað veri segmentanarliga, málsliga o.s.fr. – sum natúrliga eru millum eina og hvørja kommunuog borgarar av ymiskum uppruna, heldur borgarstjórin.
– David er úr Suður Korea, og hevur búð í 10 ár í USA og 6ár í Týsklandi. Hann útbúgvin “Bachelor of Arts in Political Science” og“Master of Arts in Intercultural Studies” og hevur tí eisini góðar fakligarførleikar innan hetta økið.




