Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klaksvíkar Kommuna – fyri øll!

Rakul Beinirsdóttir Gardar

Í Klaksvíkar Kommunu skal pláss vera fyri okkum øllum. Kommunan skal rúma øllum borgarum, uttan mun til hvørjar avbjóðingar tann einstaki borgarin hevur, tí rúmligheit er ein fortreyt fyri trivnaði.

Tá ið tosað verður um atkomu í kommununi, eiga vit at hugsa um atkomu í breiðari merking. Avbjóðingarnar hjá okkum eru ymiskar, summar meiri sjónligar enn hjá øðrum, og hendan ymiskleikan skulu vit rúma og virða. Hesar avbjóðingar skulu ikki vera atvoldin til ójavna, og tær skulu ei heldur forða fyri, at borgarar ikki kunnu nýta kommunalar hentleikar í sama mun sum onnur. 

Atkomuligheit skal eisini hugsast í víðari merking, m.a. viðvíkjandi læru og deyvatulking. Hetta økiđ eigur at rađfestast. 

Atkomuligheit skal hugsast inn í allar verkætlanir, sum kommunan setir í verk. T.v.s. ikki bert tær stóru verkætlanirnar men eisini tær smáu og einføldu.

Tá kommunan byggir, skal atgongd tryggjast øllum. Kommunan skal byggja við atliti til galdandi vegleiðingar og samstundis tryggja, at fólk við rørslutarni, sjónveik, fólk við niðursettari hoyrn og onnur sleppa trygt framat og kunnu nýta ymsu hentleikarnar á tryggan og virðiligan hátt.

Í Klaksvík eru fleiri sniðgøtur, sum leiða teg frá eini gøtu til aðra uttanum býarferðsluna. Hesar gøtur eru ofta taglaðar við gróðri og mosa og gerast tær av tí sama sera hálar at ganga á. Hesar sniðgøtur skulu viðlíkahaldast og gerast tryggari hjá øllum at ferðast á – tær skulu vera atkomuligar hjá okkum øllum. Somuleiðis skulu gongubreytirnar í kommununi raðfestast og dagførast, soleiðis at fólk til gongu ikki detta og fáa skaða.
Sama ger seg galdandi, tá eitt nú kavarudding er á skránni.
Kavaruddingin ger tað lættari hjá ferðsluni at sleppa framvið, men samtundis forðar hon farleiðina hjá fleiri borgarum, tí kavin verður sleptur upp á gongubreytirnar.
Hetta kunnu vit gera betri!

Stig skulu takast, og fara hesi at føra okkum longur á leiðini til eina atkomuliga kommunu.

 

Rakul Beinirsdóttir Gardar 
Valevni á lista E