Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Kommuna hevur brotið býarsamtyktina í fleiri ár

John William Joensen

Nú er komi undan kavi, at Klaksvíkar Kommunu í áravís hevur brotið byggisamtyktina fyri Klaksvíkar Kommunu. Av somu orsøk hava borgarar í fleiri førum verið fyri órætti.

Sambært byggisamtyktina, ið er galdandi í Klaksvíkar Kommunu, skulu grannar hoyrast tá byggiloyvi verður givið við undantaksloyvum. Hetta hevur kommunan ikki praktisera í fleiri ár og tískil hava grannar til slík byggiloyvir ikki fingið tann rætt og møguleika sum teir áttu.

BROT ÚR BYGGISAMTYKTINI FYRI KLAKSVÍKAR KOMMUNU
9. gr. UNDANTAKSLOYVI.
1. Byggivaldið kann, har tað snýr seg um mál av lítlum týdningi, geva lættar viðvíkjandi ásetingunum í hesari byggisamtykt.
2. Tá í umráðandi grundir mæla til tess, og tá byggivaldið eftir tilmæli frá byggiráð-num hevur viðmælt umsóknina, kann landsstýrið eftir umstøðum og gjøllari settum treytum loyva, at vikið verður frá ásetingunum í hesi byggisamtykt.
3. Áðrenn undantaksloyvi verður givið, skal boð sendast grannum skrivliga, og skulu teir hava høvi til at kanna umsóknina í minsta lagi í tvær vikur, frá tí teir hava fingið boðini. Er talan um mál sambært 2. stk. skulu mótmæli ella broytingarupp-skot, sum byggivaldið ikki tekur við, sendast landsstýrinum saman við umsóknini um fráviksloyvi.

Kl. Kommuna hevur higartil tulka grein 9 soleiðis:
Um talan er um mál av lítlum týdningi, sambært stk. 1, er ikki neyðugt at boða grannunum frá sambært stk. 3
Í samband við eitt byggimál í Myrkjanoyrabø gjørdu grannar og økisbúgvar vart við at røtt mannagond ikki var fylgd. Hetta avvísti Kl. Kommuna og tí var neyðugt at klaga til Innlendismálaráðið. Borgarnir fingu viðhald í teirra tulking av byggisamtyktini, sum er at:
Óansæð um talan er um mál av lítlum týdningi, sambært stk. 1, ella tá umráðandi grundir mæla til tess, sambært stk. 2, so skulu grannarnir fáa boð, sambært stk. 3
At Kl. Kommuna í fleiri ár hevur valt at tulka byggisamtyktina so avmarkandi, avdúkar illviljan frá teirra síðu, at draga borgararnar inn í viðgerðina av ymiskum málum. Tað er avgjørt átaluvert og eigur at geva umsitingini og býráðnum nakað at hugsa um. Størri dentur eigur framyvir at verða lagdur á at kunna borgararnar og at takað teir við í viðgerðina av ymiskum málum, ikki bara byggiloyvum við undantaksloyvum.
Nú tekniska nevnd og umsitingin, við borgarstjóranum á odda, hava fingið eina nøs, er at vóna at borgararnir fáa størri ávirkan og innlit í tær avgerðir, ið tiknar verða í kommununi.