Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Kommuna hevur góðar møguleikar at stýra seg úr fíggjarkreppuni

John William Joensen

Um inntøkumetingarnar og avsetingarnar halda, er møguleiki at fáa eina kommunu, sum fer at hava ca. 20 mió. kr. til íløgur, eftir at útreiðslurnar eru goldnar, íroknað rentur og avdráttir, skrivar fíggjarleiðarin hjá Klaksvíkar Kommunu m.a.

Brot úr frágreiðini hjá fíggjarleiðaranum: 

Langtíðarætlanir og framtíðin
Seinastu 10 árini hevur kommunan gjørt íløgur fyri 390 mió. kr., og av hesum eru ca. 220 mió. kr. brúktar í hesi býráðssetuni. Íløgur eru gjørdar innan so at siga øll málsøki, og hetta sæst eisini aftur í býnum. Býráðslimir hava ofta tosað um raðfestingar, men hetta er lættari sagt en gjørt, og í 2008 eru meira enn 20 ymiskar avsetingar til íløgur, og nakrar av hesum eru størri verkætlanir, sum kosta fleiri milliónir krónur og ganga yvir meira enn eitt fíggjarár.

Tá virksemið er so stórt, og inntøkurnar byrja at svíkja – skattainntøkur og søla av grundstykkjum – og skuldarloftið er nátt, er skjótt til at renna seg fastan fíggjarliga. Tí er umráðandi at gera langtíðarætlanir fyri á tann hátt at verða betur fyrireikaður at møta framtíðini og røkka settu málum.

Tað verður ein stór avbjóðing at halda seg innanfyri avsetingina upp á 90 mió. kr., nú skerjingar eru gjørdar í rakstrinum fyri 16 mió. kr., og tí er neyðugt við neyvari fíggjarstýring. Um inntøkumetingarnar og avsetingarnar halda, er møguleiki at fáa eina kommunu, sum fer at hava ca. 20 mió. kr. til íløgur, eftir at útreiðslurnar eru goldnar, íroknað rentur og avdráttir. Hetta merkir, at 15% av skattainntøkunum fara til íløgur, og tað verður vanliga hildið at verða eitt gott lutfall.

05-11-2008
Henry Mellemgaard, fíggjarleiðari