Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar kommuna kunnar landsstýrismannin um sín integratiónspolitikk og bjóðar samstarv

Nordlysid

Johan Dahl, landsstýrismaður, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri, eru samdir um, í felag, at arbeiða fram ímóti einum uppleggi til integratiónspolitikk og -átøk eftir einum felags leisti, sum skal verða tøk hjá øllum áhugaðum kommunum at gera brúk av og seta í verk eftir tørvi og umstøðum.

Johan Dahl, landsstýrismaður, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri, erusamdir um, í felag, at arbeiða fram ímóti einum uppleggi tilintegratiónspolitikk og -átøk eftir einum felags leisti, sum skal verða tøk hjáøllum áhugaðum kommunum at gera brúk av og seta í verk eftir tørvi og umstøðum.


Á fundi íVinnumálaráðnum týsdagin 24. mars var fundur millum Johan Dahl, landsstýris­manní útlendingamálum, og Jógvan Skorheim, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu, harVinnumálaráðið varð kunnað um tilgongdina og úrslitini higartil í arbeiðnum hjákommununi at orða ein integratiónspolitikk.

Á fundinumhevði David Im, verkætlanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu, eina framløgu umverkætlanina, sum er í gongd, at orða ein integratiónspolitikk. Partur avverkætlanini er at kanna og lýsa umstøður, fortreytir og ynski hjá tilflytarum,og kunnaði David landsstýrismannin m.a. um úrslit, sum higartil eru framkominav teimum spurnarkanningum, sum higartil eru gjørdar og framvegis eru í gongd.

Verkætlanin tekur í fyrsta umfari støði í Klaksvíkar kommunu, sum svarartil umleið 10% av landinum, men eru bæði borgarstjórin og landsstýrismaðurinsamdir um, at endamálið við hesum átaki er at geva øllum kommunum í landinumein leist og eitt amboð at arbeiða útfrá til tess at skapa best møguligarkarmar fyri, at tilflytarar kunnu integrerast, gerast virknir og skulu trívastvæl í føroyska samfelagnum.

Harleywoodpaint