Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar kommuna lættir um hjá vinnulívinum

tíðindaskriv

Vit skulu gjalda okkara rokningar beinanvegin. Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í tíðindaskrivi frá Klaksvíkar kommunu í dag.

Frá 1. mars næsta ár kunnu fyritøkur, ið selja Klaksvíkar kommunu vørur og tænastur, vænta at fáa rokningarnar goldnar skjótari.

– Í hesum valskeiðnum hava vit lagt okkum eftir at styrkja gjaldførið hjá kommununi, og hetta ger tað møguligt hjá okkum at broyta mannagongdirnar fyri, nær rokningar til kommununa verða goldnar, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Málið hjá Klaksvíkar kommunu verður, at eingin rokning skal liggja ógoldin longri enn sjey arbeiðsdagar.

– Eftir 1. mars spyrja vit ikki, um gjaldsfreistin er 15 ella 30 dagar, men heldur um arbeiðið er liðugt ella tænastan latin, sigur Jógvan Skorheim.

– Vit hava eitt gott og fjølbroytt vinnulív í Klaksvíkar kommunu, men vit skulu eisini minnast til, at fyritøkurnar hava sínar egnu fíggjarligu bindingar, og meirilutin í Klaksvíkar býráði ynskir at lætta um hjá teimum vinnurekandi í kommununi, sigur Jógvan Skorheim.

Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu heldur, at verða rokningarnar avgreiddar skjótari, fer hetta at styrkja kappingarførið hjá lokala vinnulívinum – bæði teimum størru og teimum smærru fyritøkunum.

– Smærri fyritøkur kunnu kenna trupulleikar, tá ið tey selja til tað almenna ella kommunur, tí peningurin fyri vørurnar ikki kemur nóg skjótt fram. Við okkara broyttu mannagongdum vóna vit at bøta um støðuna hjá hesum fyritøkum. Eisini kunnu fyritøkur spara rentur í kassakredittum, og um fyritøkurnar megna at gjalda kontant fyri síni keyp, kunnu tær eisini fáa størri avsláttur frá sínum veitarum, sigur Jógvan Skorheim.

– Vónandi kann hetta verða við til, at styrkja og menna vinnulívið í Klaksvíkar kommunu og gera okkum sterkari í hørðu kappingini, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Harleyfacadeacryl