Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Kommuna letur upp serstovu samb. dagstovnalógini

John William Joensen

– Fyri at betra um tilboðið til børn við serligum tørvi og upparbeiða eina servitan á økinum, letur Klaksvíkar Kommuna í summar upp eina serstovu sambært grein 5 í dagstovnalógini, upplýsir Jóhann Lützen, formaður í Sosialu Nevnd.

– Fyri at betra um tilboðið til børn við serligum tørvi og upparbeiða eina servitan á økinum, letur Klaksvíkar Kommuna í summar upp eina serstovu sambært grein 5 í dagstovnalógini, upplýsir Jóhann Lützen, formaður í Sosialu Nevnd.

– Arbeitt hevur verið í eina tíð við hesum uppskoti, sum ein arbeiðsbólkur, mannaður við fakfólkum, hevur mælt til, og sum Sosiala Nevnd býráðsins hevur tikið undir við, sigur Jóhann Lützen.

– Sum formaður í Sosialu Nevnd varði eg av hesum málsøki, og varð eg skjótt gjørdur varugur við hendan tørvin.

– Vit hava tí arbeitt miðvíst við hesum seinastu vikurnar, og vil eg eisini nýta høvið at takka umsitingini og fakfólkum fyri gott arbeiði.

Børn við serligum tørvi á jøvnum føti við onnur

– Dagstovnalógin ásetur í § 5, at børn við serligum tørvi hava rætt til tilboð um pláss á dagstovni á jøvnum føti við onnur børn, sum búgva í kommununi, har veittar verða nøktandi hølisumstøður og námsfrøðilig tilboð til hesi.
– Endamálið er, at hetta sertilboð skal koma børnum við serligum tørvi tilgóðar, til frama fyri hesar familjurnar, sum hava ein lógartryggjaðan rætt til tilboð á jøvnum føti við onnur, sigur sosialnevndarformaðurin.

Hølini verða útvegað í Barnahúsinum Margit

– Vit hava sett okkum fyri at fylgja tilmælinum frá fakbólkinum, sum eisini mælir til, at niðasta hæddin í Barnahúsinum Margit verður brúkt til endamálið.

– Hetta krevur, at verandi virksemi í hesum hølum flyta í onnur høli í býnum, og tað er tað, sum í løtuni verður arbeitt miðvíst við at loysa, upplýsir Jóhann.

Manningin í arbeiðsbólkinum, ið skrivaði tilmæli um hesa serstovuna: *Súsanna Ziska, stovnsumboð, *Jórun Niclasen, Námsfrøðiliga Ráðgevingin (NR), *Tonja Ziskason, sosialráðgevi, *Maja Højsted, stovnsumboð, *Hans Mourits Foldbo, sálarfrøðingur á Sosialu Deild, og *Sigrun Vágstún, barnaansingarsamskipari.

Vit skulu verða ein kommuna fyri øll

– Í grundgevingum sínum fyri serstovuni skrivar fakbólkurin millum annað, at arbeiðast skal miðvíst við menningarætlan, so hvørt einstakt barn, so vítt gjørligt, klárar seg á jøvnum føti við onnur – tó við atliti til støðuna og støðið hjá barninum.

– Vón okkara er, at henda serstova, sum ætlandi verður normérað til 6 børn, skal verða ein partur av hesum arbeiði, ið skal tryggja, at Klaksvíkar Kommuna skal verða ein kommunan fyri øll, sigur Jóhann Lützen, formaður í Sosialu Nevnd.