Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Kommuna og jaliga gongdin

Jóan Magnus Magnusson

Setan í Klaksvík hevur roynt seg sera væl hesuferð.

Tær góðu inntøkurnar stava frá meira arbeiðsvirksemið í kommununi og útreiðslurnar stava frá meira útreiðslum sum samsvara við tí vanligu gongdina, tá íð inntøkurnar vaksa til alt frá undirvísing til eldraøkið.
Hetta eru útreiðslur, sum mugu setast høgt innan kommununa fyri at varveita eina rætta tænastu til hvønn einstaka borgara.

Vegna inntøkunum so stava fyri tað mesta frá meira arbeiði í kommununi og inntøkum so sum atliggjar gjøldum o.a
Tó tá ið fleiri borgarir eru til arbeiðis, ger eisini at fleiri verða betri nøgd.
Tí einki er so ringt, sum at sita heima og væl vitandi, at ein kann verða ígongd.

Tølini vísa á ein vøkstur í inntøkunum fyri 2016 og tað sum liggur eftir er (45,8 mió) sum fara beinleiðis í íløgur.

Ein (nátúrligur vøkstur) er eitt orð, sum verður brúkt, tá ið talan er um tøl har sambandi við inntøkum ímóti útreiðslum eri fyri hetta árið tvs 2016.

Tølini fyri 2016:

Umsitingin 17,5 mió
Almanna og heilsumá 63,1 mió
Børn og ung 33,9 mió
Undirvísing 26,1 mió
Mentan og frítíð 15,0 mió
Teknisk mál 30,8 mió
Kommunal virki 22,3 mió
Inntøkur í alt 211,9 mió

Av samlaðu inntøkunum (211,9 mió.) fara (110 mió). til rakstur (45,8 mió).
Tað vil siga at eftir liggja (45,8 mió) aftaná útreiðslur og tær vera nyttar til íløgur.

Eldraøkið hevur eisini fingið tær smærri kommunurnar at ressast við tí tað er ein so tungur postur, tó so hevur kommunan eftir inntøkur og útreiðslur (-26.6 mió) eftir árs enda í 2015.
Íløgurnar fyri 2015 eru á (59,4 mió)

Tann øgiliga stóri munurin í millum tølini í 2014 og 2015 kemst av, at vit yvirtaka eldraøkið frá landinum og pengar fylgja við.

Legg til geyma viðheftu mynduna við tølunum frá 2009 til 2015

Setan sum hevur siti hesuferð hevur megna, at vent tølunum og gongdini frá 2015 til eitt yvirskot í 2016, so her talan um eina rættuliga jaliga gongd.

So vit skullu halda á fram við tí góðu kósini.

#vittryggjakósina

Vinarligastu heilsanir

Jóan Magnus Magnusson

Uppstillari fyri Norðoya Tjóðveldisfelag