Á býráðsfundinum í gjár kom fram, at kommunan er givin at gjalda skuld, útsetur íløgur og hevur somu inntøkumeting sum í fjør. Hesi tingini bera boð um, at fíggjarligu tíðirnar ikki eru eins góðar og tær hava verið seinnu árini
Fíggjarætlanin var til viðgerar á býráðsfundinum ígjár. Borgarstjórin og býráðslimir samtyktu fíggjarætlanina einmælt. Konturnar eru nógvar og tølini stór. Men tær stóru linjurnar boðaðu frá, at býráðið ikki væntar, at góða fíggjarliga gongdin heldur fram.
Í fíggjarætlanini fyri 2019 verða avdráttir ikki goldnir niður, einans rentur. Spillivatnsætlanin er enn einaferð útsett við einum ári og inntøkumetingin er á 270 mió. krónum, nevyt tað sama, sum í inniverandi ári. Við innbygdum lønarvøkstri hevur verið vanligt seinnu árini, at ein sjálvvirkandi hækking hevur verið.
Borgarstjórin hevur upplýst at september og oktober mánaðirnir hava verið slakkir í mun til seinasta ár. Tískil halda tey helst ondini í býráðnum nú, áðrenn skattainntøkurnar fyri november mánaða verða almennar mánadagin.
Á býráðsfundinum ígjár varð sagt, at fíggjarætlanin verður tikin upp til nýggja viðgerð í apríl 2019, har møguligar tillagingar verða gjørdar.


