Hvussu verður ungdómslívið ávirkað av rúsevnum, ítrótti og sambandinum við foreldur og vinir? Hesir eru nakrir av spurningunum í ungdómsgransking, sum íslendingar hava framt síðan 1992, og sum í 2012 er borin saman við støðuna í Føroyum – og úrslitini eru rættiliga áhugaverd!
Hvussu verður ungdómslívið ávirkað av rúsevnum, ítrótti og sambandinum við foreldur og vinir? Hesir eru nakrir av spurningunum í ungdómsgransking, sum íslendingar hava framt síðan 1992, og sum í 2012 er borin saman við støðuna í Føroyum – og úrslitini eru rættiliga áhugaverd!
Sum ein liður í arbeiðnum at orða ein ungdómspolitikk hevur Sosiala Nevnd býráðsins samtykt at skipa fyri framløgu av nevndu granskingarúrslitum á kunningarfundi í Skúlanum við Ósánna fríggjadagin 5. apríl 2013 kl. 1900.
Leiðarin av Húsinum, Jógvan Andrias Joensen, hevur sett seg í samband við Trivnaðardeildina um áhugaverda gransking innan ungdómslív, eitt nú ávirkanin av rúsevnum, ítrótti og sambandi við foreldur/vinir. Tað er føroyingurin Firous Gaini, sum saman við íslendinginum Jón Sigfússon hevur staðið fyri granskingini.
Ísland hevur granskað innan hetta økið síðan 1992, og á várið 2012 var fyrsta føroyska granskingin innan hetta sama økið løgd fram.
Ísland hevur lagt seg eftir at taka politiskar avgerðir, grundaðar á gransking.
Tað eru fleiri viðurskifti, sum gera hesa granskingarverkætlan serliga áhugaverda, eitt nú:
· at tað verður ikki bert arbeitt við hugburði hjá fólki, men at tað eisini – og serliga – verður lagdur dentur á atburðin hjá ungdóminum og teimum, sum hava týdning fyri málbólkin.
· henda verkætlan hevur higartil givið framúr úrslit og betranir við atburði íslendska ungdómsins tey 15 árini, arbeitt hevur verið við ítøkiligum tiltøkum við støði í granskingini.
· Í triðja lagi er vert at nevna, at ein samanbering av hagtølunum fyri Ísland og Føroyar á hesum øki tíverri avdúkar, at Føroyar eru eftirbátur á hesum øki, og at ungdómur okkara í rættiliga stóran mun hevur meira ringar óvanar í mun til royking og rúsdrekka v.m.
Sosiala Nevnd býráðsins hevur í hyggju at orða ein ungdómspolitikk, og sum eitt stig á leiðini hevur nevndin samtykt at hyggja nærri at hesum møguleika fyri betranum av trivnaði ungdóms okkara, sigur formaðurin í Sosialu Nevnd, Jóhann Lützen.
Nevndu granskarar hava gjørt eina framløgu, sum lýsa málið nærri, og verður henda løgd fram á nevnda kunningarfundi, sum verður í Skúlanum við Ósánna fríggjadagin 5. apríl 2013 kl. 1900. Fundurin er almennur.
Talan er um sera áhugaverda gransking, og tað er tí av týdningi at úrslitið gerst alment kent í kommununi. Júst hetta er endamálið við hesum fyrilestrartiltaki við luttøku av nevndu granskarum, har úrslitið av granskingini verður framlagt, og har úrslitini av føroysku hagtølunum verða samanborin við íslendsku úrslitini, so síggjast kann, hvørja ávirkan politisku inntrivini hava havt.
Í sambandi við vitjanina verður somuleiðis fundur millum granskararnar og Sosialu Nevnd, sum saman við fak- og ábyrgdarfólkum fara at umrøða møguleikarnar hjá kommununi innan hetta økið, upplýsir Jóhann Lützen, formaður í Sosialu Nevnd.
Almenni kunningarfundurin um gransking av ungdómslívi í Íslandi, samanborið við Føroyar, verður í Skúlanum við Ósánna fríggjadagin 5. apríl 2013 klokkan 1900 – hjartaliga vælkomin!
Klaksvík, 18. mars 2013
Klaksvíkar Kommuna
Trivnaðardeildin




