Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Kommuna sleppur ikki undan at byggja

John William Joensen

Seinastu 6 árini eru komin 89 røktarheimspláss í Eysturoynni meðan 42 eru bygd í høvuðsstaðnum. Einki búpláss er bygt í norðoyggjum sama tíðarskeið.

Tørvurin á røktarheimsplássum kring alt landið er stórur – hvussu stórur – er ymiskt alt eftir hvønn tú tosar við.

Í norðoyggjum verður sagt at í løtuni er aktutti tørvurin á røktarheimsplássum 25 og tí kom tað sera illa við tá Klaksvíkar Kommuna í seinastu viku boðaði frá at býráði ikki longur var við í ætlanini at byggja røktarheim á Viðareiði.

– Eg má siga sum er at um Klaksvíkar Kommuna ikki ynskir at verða við í ætlanunum á Viðareiði ella Svínoy – so má tað merkja at Kommunan ætlar at byggja í Klaksvík – tí tað kann ikki verða rætt at man einki ætlar at gerða, sigur Elsba Lützen, leiðari í heimatænastuni í norðoyggjum.

Í Havn er lýst til borgarafund um tørvin á røktarheimsplássum, og í Kringvarpinum segði borgarstjórin, Heðin Mortensen, at landið gjørdi alt ov lítið fyri at fáa gongd á bygging av røktarheims plássum.

Samstundis má staðfestast at tørvurin er ikki eins stórur kring alt landið. Í Eysturoynni hava kommunurnar bygt 89 búpláss seinastu seks árini meðan høvuðsstaðurin einans hevur megnað at bygt 42 røktarheimspláss – hóast kommunan er væl betur fyri enn eitt nú kommunurnar í Eysturoynni.

Í Norðoyggjum er einki røktarheimspláss bygt síðan Sambýlið á Heygnum lat upp fyri seks árum síðan.

Tað er kanska rætt tá ført verður framm at landspolitiska prioriteringin á hesum økinum ikki hevur verið nøktandi, men staðfestast kann at sera ymiskt er hvussu høgt eldraøkið hevur verið raðfest í føroyskum kommununalpolitikki seinastu mongu árini.

Tað er trupult at fáa eygað á nakran langsigtaðan eldrapolitkk hjá Kommunum tí veruleikin er tann at eldraøkið er ein kastibløka millum land og kommunur.