Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klaksvíkar Kommuna tapir kappingina um borgarar

Fríðin Ziskason, býráðslimur

Skattatrýstið í Klaksvíkar Kommunu er ov høgt, og tað viðførir eitt ”youth drain” (ungdómsdren), har klaksvíkingar heldur búseta seg aðra staðni enn í Klaksvík

 

Í samskifti, sum eg havi havt við umsitingina í kommununi, er komið fram, at hóast persónsskattainntøkurnar fyri 2025 eru mettar at hækka við 4,5%, so eru tær hækkaðar 9,6% fyri tíðarskeiðið januar-august.

Persónsskattainntøkurnar hjá Klaksvíkar Kommunu mánaðirnar januar-august 2025 eru 190.500.000 kr., ið eru 16,6 mió. meira enn somu mánaðir í 2024; ein vøkstur upp á 9,6%. 

Hetta merkir, at Klaksvíkar Kommuna hevur kravt inn 5,1% meira enn neyðugt. Heldur enn at lata borgarunum tað aftur, til dømis í formi av skattalætta, fara eykajáttanir avstað við meirinntøkuni.

Samstundis síggja vit, at ein ørgrynna av klaksvíkingum hava búsett seg aðrastaðni enn í Klaksvíkar Kommunu. Tey búseta seg har, sum skattatrýstið er lagaligari, og tey tí hava fleiri pengar um hendi.

 

Fríðin Ziskason, býráðslimur