Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Kvøldskúli byrjar aftur

John William Joensen

Hetta er tíðin, tá kvøldskúlarnir kring landið byrja aftur. Frá Frítíðarundirvísingini hjá Klaksvíkar Kommunu frættist, at ætlanin var at lýsa hesa vikuna, men avgerðin er nú útsett til komandi viku.

Klaksvíkar Kvøldskúli hevur fleiri nýggj, spennandi tilboð á skránni, og sum heild verður byrjað í viku 40, so um ræður ikki at drála ov leingi við tilmeldingini, tá lýst verður.

Tó byrjar fimleikur Børn/foreldur longu í komandi viku (39), framgongur av lýsingini. Tíðirnar eru hesar.

Fimleikur foreldur /børn ( 3 ár til skúlaaldur)
Tilmelding 457908 (fiml.høll II)
Mánadag 17.00-19.00 Marian Fuglø
Hósdag 17.00-19.00 Marian Fuglø
kostn. 350 kr.

Stakgreinalestur á HF-stigi og Royndarfyrireikandi undirvísing á 9.-10 fl. stigi, sum vóru væl umtókt lærugreina tilboð fyri nøkrum árum síðani, eru nú aftur ein møguleiki í Klaksvíkar Kvøldskúla, um áhugin hjá fólki er nóg stórur og myndugleikarnir góðkenna ætlanina.

Áhugaverdu tilboð Kvøldskúlans síggjast í Norðlýsinum 22.september.