Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Kvøldskúli mennir undirvísingina fyri útlendingar

Nordlysid

– Tórshavnar Kvøldskúli fekk høvi til at byrja við einum víðkaðum tilboði hjá Mentamálaráðnum við fleiri tímum nakað fyrr enn Klaksvíkar Kvøldskúli, og tí kundi tað tykjast sum ein stórur munur var á tilboðunum. Men nú fær Klaksvíkar Kvøldskúli eisini sama tímatal at brúka til útlendingar, og Mentamálaráðið hevur júst sett ein bólk, sum er mannaður við lærarum úr Tórshavnar og Klaksvíkar kvøldskúlum, at leggja til rættis meira skipaða undirvísing fyri útlendingar við lesiætlan og royndum o.s.fr., upplýsir Erik Biskopstø, leiðari fyri Klaksvíkar Kvøldskúla.

– TórshavnarKvøldskúli fekk høvi til at byrja við einum víðkaðum tilboði hjáMentamálaráðnum við fleiri tímum nakað fyrr enn Klaksvíkar Kvøldskúli, og tíkundi tað tykjast sum ein stórur munur var á tilboðunum. Men nú fær KlaksvíkarKvøldskúli eisini sama tímatal at brúka til útlendingar, og Mentamálaráðiðhevur júst sett ein bólk, sum er mannaður við lærarum úr Tórshavnar ogKlaksvíkar kvøldskúlum, at leggja til rættis meira skipaða undirvísing fyri útlendingarvið lesiætlan og royndum o.s.fr., upplýsir Erik Biskopstø, leiðari fyriKlaksvíkar Kvøldskúla.

 

– Í Klaksvíkhava flestu av útlendingunum arbeiði, sum gera, at tað ikki hevur borið so væltil at hava undirvísing fyri teimum í dagtímunum, men heldur tvey kvøld umvikuna við trimum lærarum eftir arbeiðstíð, upplýsir Erik Biskopstø.


– Givið er,at spjaðingin í málsligu fortreytunum er stór hjá útlendingum, tí onkur dugir atkalla onki orð á føroyskum, meðan onnur eru komin væl áleiðis. Tí verður miðaðímóti framyvir at skipa fyri fleiri royndum, sum fólk skulu standa, áðrenn farastkann víðari til hægri stig.


– Krøv skulusetast, so øll skilja, at hetta er ein skipað læra og ikki bert ein sosialsamvera, greiðir leiðarin fyri Klaksvíkar Kvøldskúla frá.


– Enn eruikki skeiðsváttanir latnar, men tá ið lesiætlanin er klár, og royndir verðahildnar, so verða eisini váttanir givnar, sigur Erik Biskopstø, leiðari áKlaksvíkar Kvøldskúla, sum seinasta skúlaár hevði útivið 1000 næmingar – harav22 útlendingar.

KK og MMR skipa fyri temadegi

– Mentamálaráðið(MMR) hevur hækkað játtanina til hesa undirvísing og harvið uppraðfest allaundirvísingina fyri útlendingar.


– Nú verðurmiðað ímóti at gera tilboðið so gott sum gjørligt, so øll kunnu verða vinnarar– bæði útlendingarnir og Føroyar sum heild, sigur Erik Biskopstø, leiðari fyriKlaksvíkar Kvøldskúla.


Í sambandivið at menna tilboðið hava Mentamálaráðið og Klaksvíkar kommuna avtalað atskipa fyri einum temadegi í Klaksvík í heyst um júst hesi viðurskifti í heyst,har umboð fyri MMR, kommunur, undirvísarar, serkøn í máli og umboð fyritilflytarar verða við.